- Tað undrar meg, at ætlanin nú er at bjóða øllum Føroya fólki grundstykki í Havn, samstundis sum at vit ikki megna at útvega teimum havnarfólki nóg nógv grundstykki.
Bogi Andreasen, býráðslimur, er ikki samdur við ætlanini hjá Tróndi Sigurðsson um at tað skal vera lættari hjá bygdafólki, og føroyingum uttanlands, at fáa grundstykki frá Tórshavnar Kommunu.
Sum vit lósu her á www.in.fo í morgun, vilja býráðslimirnir, Tróndur Sigurðsson og Annfinn Brekkstein, hava býráðið at samtykkja, at undir ávísum treytum skulu fólk á bygd, og føroyingar, sum lesa uttanlands, eisini fáa rætt til at keypa grundstykki frá Tórshavnar kommunu.
Men Bogi Andreasen heldur, at Havnin skal fyrst og fremst vera fyri havnarfólk.
- Eg skilji slett yvirhøvur ikki, at vit skulu lata fólk aðrastaðni frá fáa grundstykki í Havnini, samstundis sum at vit ikki hava nokk av grundstykkkjum til tey, sum frammanundan búgva í Havn, sigur hann.
- Vit skulu fyrst og fremst hjálpa teimum, sum búgva í Havn, og rinda skatt her, áðrenn vit bjóða øðrum at at keypa grundstykki, sigur Bogi Andreasen.
- Tað er víðgongd at leggja eitt so grundleggjandi uppskot sum hetta fyri býráðið, fyrrenn tað er nágreiniliga viðgjørt.
Bogi Andreasen heldur, at skulu bygdafólk hava eina kvotu upp á 20 prosent av hvørjari útstykking, er vandi fyri, at stykkini fara at liggja óbygd, ella at bygdafólk bara keypa tey at byggja summarhús á.
Sjúrður Olsen sigur at hann fer aldrin at taka undir við hesum, tí vil ikki koma í ta støðu, at møta einum havnarfólki onkustaðni, sum ikki hevur fingið grundstykki, tí at eitt bygdafólk er farið við tí.
- Eg skal heldur grillast enn at taka undir við einum slíkum uppskoti, sigur hann.
- Grundstykki í Havn eru fyrst og fremst til havnarborgarar, men ongin noktar øðrum at koma til Havnar, tí tey eru vælkomin at keypa hús á privata marknaðinum, heldur hann.
Eisini Elin Lindenskov spyr um grundstykki í Havn ikki fyrst og fremst eru ætlað havnarfólki.
Men Tróndur Sigurðsson legði dent á, at treytin fyri at fáa grundstykki nettupp, at fólk skulu búsetast her og skulu búgva í húsunum.