Gongst sum ætlað verður koyrandi av Skálafjørðinum til Havnar á sumri 2012.
Í longri tíð hevur verið arbeitt við at fyrireika ætlanina, og nú er altso komið hartil at biðið verður um tað formliga loyvið at fara undir hesa.
Á framløgu í Norðurlandahúsinum varð greitt frá, hvussu ein hugsar sær at hesin triði undirsjóvarutnnilin kemur at liggja – og ikki minst, hvat hann fer at kosta.
Nógvar ætlanir hava verið frammi um hetta og fleiri linjuføringar hava verið í uppskoti. Men sum støðan er nú, hevur ein valt eina miðloysn.
Henda ber í stuttum í sær, at tveir tunnilsmunnar verða gjørdir á Skálafjørðinum, ein á Selvindi á Strondum og ein við Løkin í Runavík.
Hesir tunlarnir møtast so á Saltnesgrynnuni, hagani leiðin verður løgd víðari til eitt øki beint uttanfyri Sund á Streymoynni.
Íalt verður høvuðstunnilin 7,1 km. langur og íalt er talan um 11,1 km. av samlaðari tunnilslongd.
Kostnaðurin er mettur til eina slaka 1 milliard og eru tað Kaupthing og Føroya Lívstrygging, saman við øðrum sum fíggja ætlanina.
Frætta skjótt aftur
Fyrrapartin í dag handaði nevndin í partafelagnum Skálafjarðartunnilin umsókn til vinnumálaráðið um at fáa heimild at fara undir hesa stóru ætlanina.
Tað var Ingi Højgaard, formaður í nevndini sum á samkomuni handaði Bjarna Djurholm ein kassa við umsóknini.
Hetta er ein ætlan sum hóvar vinnumálaráðharranum væl, og hevur hann eisini verið væl kunnaður um ætlanina, síðani hon varð løgd fram fyri trimum árum síðani.
- Gera vit eina kost-nyttu meting av ætlanina, so er hon avgjørt gagnlig fyri samfelagið.
- Nú fari eg at biðja løgtingið um heimild at seta hesa prosessina í gongd, segði Bjarni Djurholm á samkomuni í morgun.
Sjálvur roknar hann við, at eitt uppskot um heimild at fremja hesa ætlanina kann verða lagt fyri løgtingið áðrenn 1. mars í ár.
- Eg ætli mær so ikki at liggja á boðunum. Tit frætta skjótt aftur frá mær, segði hann fundarfólkunum.
Tøknilig avbjóðing
Dávur Reinert Hansen, tekniskur stjóri hjá partafelagnum greiddi frá, at tá hugskotið varð lagt fram fyri trimum árum síðani, var beinanvegin stórur áhugi fyri henni.
Í 2005 varð ein frágreiðing løgd fram um ætlanina, og nú er so umsóknin um loyvi at gera tunnilin handað landsstýrinum.
Ymiskar linjuføringar hava verið nevndar, og nevndin varð tískil noydd at taka atlit til tað stóra dýpið og bleyta tilfarið sum er í Tangafirði.
Tí varð einaferð hugsað um at gera ein heldur longri tunnil fyri líkasum at koma útum hetta dýpið. Men nú hevur ein so mett seg vera føran at fremja undirsjóvartunnilin, hóast hesar umstøðurnar.
Hetta hevur sum vera man kravt sína tíð og orku og hevur givið nógv høvuðbrýggj, men nú er klárt at fara í gongd við ætlanini við trimum tunnilsmunnum – á Sundi, Selvindi og við Løkin.
- Hetta verður ein stór tøknilig avbjóðing fyri okkum, men vit síggja okkum førar fyri at fremja hana í verki.
- Kann henda verkætlanin fremjast, so kunnu vit eisini bjóða okkum fram at gera aðrar, segði Dávur Reinert Hansen.
Økta ferðsla
Hóast nógv hevur verið tosað um hesa verkætlanina, kann eingin við vissu siga, hvussu nógv ferðsla verður gjøgnum ætlaða tunnilin.
Tað eru nógv atlit at taka í slíkum spurningi – bæði bústaðarmynstur, samfelagsgongd, arbeiðspláss og ikki minst, hvat tað fer at kosta at koyra gjøgnum ein slíkan tunnil.
Metingarnar hjá fyrireikarunum vísa, at ferðslan fer at økjast munandi, soleiðis at einir 4500 bilar fara at koyra gjøgnum høvuðstunnilin um dagin í 2014 – tað er: bert tvey ár aftaná at hann er tikin alment í nýtslu.
Mett verður eisini, at umleið 2100 akfør um dagin fara at koyra tvørtur um Skálafjørðin.
Hinvegin so vísa metingarnar, at í 2034 fer ferðslan at vaksa við umleið 50 prosentum.
Bíligt at koyra
Tað fer sum nevnt at kosta eina slaka milliard at gera henda tunnilin. Men hinvegin er ætlanin ikki at tað skal gerast alt ov kostnaðarmikið at koyra gjøgnum henda tunnilin.
Fyrireikararnir hava havt ymisk roknistykki fyri framman, men tað er ikki óhugsandi at ein prísur uppá bert 20 kr. fyri at koyra gjøgnum tunnilin verður veruleiki.
Hetta ljóðar kanska lítið sannlíkt fyri mong, men við tað at ein roknar við nógv øktari ferðslu, trúgva teir uppá at ein kann halda fast við henda prísin.
FAKTA
Longd á høvuðstunli: 7,1 km
Longd á vestara greintunli (til Strendur): 2,1 km
Longd á eystara greintunli (til Runavíkar): 1,8 km.
Samlað longd á øllum vegastrekkjum í Skálafjarðartunlinum: 11,1175 km.
Stødd á rundkoyring (tvær breytir): 59 metrar
Tríggjar koyribreytir (13 metrar) verða gjøgnum tunnilin
Samlaði kostnaðurin av allari verkætlanini er mettur til 900 til 1000 mió krónur.