– Eg skilji hetta ikki

– Vit vóru eini 10-15 fólk í veitslu. Ein vinmaður okkara skuldi avstað til Noregs at arbeiða, og vit hildu eitt nýggjárshald fyri honum. Tað var eitt tað stuttligasta kvøldið, vit nakrantíð hava havt, og eg havi framvegis ikki skilt, hvat tað er, sum nú er hent, sigur Fróði Rógvason Nielsen, vinmaður teir báðar menninar, ið vóru við í syrgiligu vanlukkuni í Oyndarfirði.

Eydna Skaale
[email protected]

Í gjárkvøldið var minningarhald í Oyndarfirði. Kirkjan var stúgvandi full av syrgjandi fólki. Ferðsluvanlukkan leygarmorgunin hevur hesar seinastu dagarnar merkt alla bygdina. Sorgin yvir 22 ára gamla Jens Paula Juul er stór, og øll eru eisini í døpurhuga um, hvat man vera hent 20 ára gamla Rana í Billustovu, sum framvegis ikki er funnin.
Øll sita spyrjandi - og tað er sera svárt hjá vinfólkunum.
– Øll bygdin er totalt í sjokk, og tað er ringt at trúgva tí, sum er hent. Vit eru bara eini 15-20 ungfólk í bygdini, so tað merkir okkum øll meint. Tað er eitt sera hart slag fyri alla bygdina, at tveir ungir menn eru við í eini so álvarsamari vanlukku, sigur Fróði Rógvason Nielsen úr Oyndarfirði.
– Her er alt steðgað upp, og tað einasta, sum hevur nakran týdning nú, er leitingin, sigur Fróði, sum sjálvur hevur leitað bæði á sjógvi og landi saman við øllum hinum úr Oyndarfirði.
– Eg vóni bara, at vit finna hann. Øll bygdin hevur leitað síðani vanlukkuna, og vit hava vent hvørjum steini í allari bygdini og framvið landi. Øll hús og allir skúrar - alt er tjekkað. Nú verður serliga leitað á sjónum og úr báti fram við landi, greiðir Fróði frá.


Vistu einki
Í veitsluni, sum fríggjakvøldið var hildin í Oyndarfirði, vóru eini 10-15 ungfólk. Tey flestu úr Oyndarfirði, men tað vóru eisini ungfólk úr øðrum bygdum.
- Eg fór sjálvur í song um 7 tíðina leygarmorgunin, tá veitslan var liðug. Eingin okkara hevði minsta varhuga av, at teir báðir ætlaðu sær út at koyra. Eingin veit, hvat teir ætlaðu ella hví teir fóru. Høvdu vit vitað, at teir ætlaðu sær út at koyra, so høvdu teir heilt víst ikki sloppið nakran veg, tí so høvdu vit steðgað teimum, slær Fróði fast.
Fróði fór til songar um 7 tíðina eftir eitt sera gott kvøld. Men longu fáar tímar seinni, klokkan 10, varð hann skræddur úr svøvni aftur. Boðini vóru tey ringastu, Fróði kundi hugsað sær.
– Ein vinmaður ringdi og spurdi, um eg hevði hoyrt, hvat var hent. Eg visti ikki, hvat hann tosaði um, og hann greiddi mær so frá vanlukkuni. Men eg trúði honum ikki í fyrstuni - tað var alt for óveruligt.
– Løtu seinni varð bilvrakið hálað upp úr sjónum, og tá fór eg í sjokk. Púrasta í sjokk. Bilurin sá ikki penur út. Og so fóru vit øll undir at leita, minnist Fróði.

Halda á at leita
Hóast leitað hevur verið uttan íhald síðani boðini um vanlukkuna bórust, er tað framvegis ikki gingið heilt upp fyri Fróða, hvat tað er, sum er hent – og at í øllum førum annar vinmaðurin er farin.
Fróði sigur seg hava havt mest at gera við Jens Paula Juul, sum kavarar funnu leygardagin.
– Vit lærdu saman. Hann var smílandi, fittur og dugnaligur. Hann manglaði bara nakrar fáar mánaðir, inntil hann hevði verið útlærdur sum elektrikari. Sjálvandi kendi eg eisini Rana væl, hann var eisini elektrikari, greiðir Fróði frá og lýsir Rana við somu orðum »Fittur, smílandi og dugnaligur«.
Fróði leggur dent á, at hvørki Jens Pauli ella Rani nakrantíð áður hava tikið slík óráð fyri í bili, og at ein vanlukka av hesum slagi tí var púra óhugsandi fyri vinfólkini. Eingin hevði ímyndað sær, at stuttliga veitslan skuldi fáa ein slíkan enda.
– Tá boðini komu um, at Rani framvegis ikki varð funnin, fóru øll sjálvandi at leita beinanvegin. Øll bygdin hevur leitað, síðani boðini komu - frá snimma á morgni til seint á kvøldi, greiðir Fróði frá. Sjálvur leitar hann júst nú í báti.
– Umframt alt bygdafólkið eru eisini ein rúgva av øðrum fólki, sum leita. Her eru eini 10-15 bilar, har tað stendur 112 á síðuni, í løtuni eru tað einir 14 bátar, sum leita, ein rúgva av kavarum, umframt ein tyrla.
– Fyrst og fremst vóna vit framvegis, at vit finna hann á lívi. Men tað er sera týdningarmikið at vit finna hann, óansæð hvat, so at familjan kann fáa frið, sigur Fróði álvarsamur.
– Eg veit ikki, hvussu leingi tann almenna leitingin heldur fram, men bygdin gevst ongantíð at leita. Um so skuldi verið, at Rani ikki verður funnin nú, so veit eg, at fólk í Oyndarfirði altíð fara at líta leitandi út á havið.