Sum tvey ára gamal fekk Høgni Háberg Hansen meslingar. Ein keðilig sjúka í sjálvum sær, men 45 ár seinni stríðist Høgni Háberg Hansen framvegis við fylgjurnar. Meslingarnir útloystu nevniliga húðsjúkuna psoriasis.
Psoriasis er ein sjálvórinssjúka (autoimmun), tað vil siga, at likamið leypir á seg sjálvt. Likamið byrjar at framleiða andevni, sum ístaðin fyri at berjast móti smittu, loypa á vevnaðin. Tá ein hevur psoriasis, ger mótstøðuførisskipanin, at húðkyknurnar endurnýggjast í fullari ferð. Snøgt sagt, veksur húðin ov skjótt, so at skón flusnar av húðini og gevur sár.
Høgni Háberg Hansen er væntandi ein teirra, sum er harðast raktur av sjúkuni í Føroyum. Tað eru yvir 40 ár síðani, at hann fekk staðfest sjúkuna, og viðgerðin hevur broytt seg nógv hesi árini. Eitt er tó ikki broytt, viðgerðin er bara fyri sjúkueyðkennini og nemir ikki við orsøkina til sjálva sjúkuna.
- Fyrstu árini var talan um viðgerð við tjøru, sum bleiv smurd mest sum um allan kroppin. Vit livdu í ein slags eymi av tjøru. Tá eg gekk framvið, søgdu fólk, at tað luktaði sum um at eldur var í onkustaðni. Viðgerðin virkaði, men eitt hjáárin var, at eg hevði ilt í høvdinum alla tíðina, greiðir Høgni Háberg Hansen frá.
Høgni Háberg Hansen greiðir frá, at tað er hart fyri sinni at vera raktur av psoriasis.
- Tað sær so ófantaligt út. Eg síggi út, sum eri eg spitalskur. Eg skilji væl, at fólk halda seg aftur, sigur hann.
Í dag hevur 47 ára gamli havnamaðurin konu, fýra døtur og starvast hjá Reyni Service í Hoyvík. Men fyri 30 árum síðani tordi hann ikki so mikið sum at droyma um alt hetta.
Í samrøðu í Sosialinum í dag greiðir hann frá, hvussu tað er at liva við psoriasis, hvussu umstøðurnar í Føroyum eru, og um vónina at ein dag gerast frískur. Samrøðan er gjørd í samband við, at tað er altjóða psoriasisdagur í dag.