– Eg skilji væl, at summi ynskja deyðshjálp

Tað er gott, um vit fáa eitt ordiligt orðaskifti um deyðan, sigur Katrin Kallsberg, serlækni í kvinnusjúkum og limur í Etiska ráðnum

Katrin Kallsberg, sum er serlækni í kvinnusjúkum, hevur síðani 2022 sitið í Etiska ráðnum. Hon heldur, at tað er gott við einum veruligum orðaskifti um virkna deyðshjálp. Sjálv heldur hon ikki, at málið er hvørki einfalt ella lætt at taka støðu til. Meðan hon á einari hond heldur, at Lægeforening í Danmark kanska í so kategoriskt vísir deyðshjálp frá sær, so heldur hon eisini, at nógv vandamál eru, sum gera tað trupult at vera fyri deyðshjálp.

 

 – Hóast tað onkuntíð kann tykjast sum eitt slag av undanførslu, tá ið víst verður á palliatión, so er tað ongin ivi um, at vælvirkandi palliatión hevði broytt fortreytirnar fyri orðaskiftinum um virkna deyðshjálp, sigur hon

 

Hon sigur eisini, at hon kann stúra fyri, at sjúklingar fáa eina kenslu av at liggja øðrum til last. Hetta trýstið, sum eisini Etisk Råd í Danmark hevur víst á, kann skeikla okkara fatan av deyðanum. Hon vísir á, at fólk ikki altíð skilja, hvat virkin deyðshjálp er. Um tú ikki hevur sett teg inn í málið, so kann til dømis vera skjótt at blanda óvirkna og virkna deyðshjálp saman, og fólk eru heldur ikki altíð greið yvir, hvørjir møguleikar finnast í dag – bæði við terminalari sedering og palliatión.

 

Tað, at møguleiki ikki er fyri at fáa deyðshjálp, kann eisini vera frígerandi, heldur Katrin.

 

– Tá kanst tú vera púra avkláraður við støðuna, og brúka alla orkuna uppá at troyta teir møguleikar, sum nú einaferð eru.

 

Men hon skilir eisini væl, at fólk í summum førum vildu ynskt, at virkin deyðshjálp var ein møguleiki, og hon ásannar, tað ivaleyst altíð fara at vera onkrir sjúklingar, sum ikki kunnu hjálpast heilt við sedering ella palliativari røkt. Í teimum førum skilir hon væl, at bæði sjúklingur og tey avvarðandi vildu ynskt, at tað var gjørligt at fáa ein skjótan enda á teirri meingsleysu líðingini. Tað er tó trupult at gera almennar reglur við støði í einkultum, sera ymiskum hendingum.

 

 – Vit mugu taka orðaskifti á einum hægri og yvirskipaðum stigi, har tey grundleggjandi etisku ivamálini verða viðgjørd

 

Mugu tosa um deyðan

 

Katrin vísir eisini á, at ein greiðari fatan av, hvørjir møguleikar eru í dag, og ein góð samrøða um, hvussu ein ímyndar sær sína seinastu tíð, kann gera, at sjúklingurin fær eyguni upp fyri alternativunum til deyðshjálp. Vit eiga eisini at tosa meiri um deyðan, og til dømis hava eina seriøsa samrøðu um,  hvat vit til dømis skilja við hugtakið “ein virðiligur deyði”.

 

Hon vísir á, at royndirnar úr Oregon, har styðjað sjálvmorð er loyvt, kunnu geva eina ábending um, at tað er óvissan um og óttin fyri, hvussu tann seinasta tíðin fer at síggja út, sum fær fólk at umhugsa deyðshjálp. Ein av út av trimum sjúklingum í Oregon, sum fekk útskrivað heilivág til at gera sjálvmorð við, tók ikki heilivágin kortini, tá ið avtornaði. Hetta heldur Katrin bendir á, at deyðshjálp kanska er eitt symptom fyri nakrar meiri grundleggjandi stúranir og óvissur um okkara seinastu tíð.

 

Hon hugsar, at ein orsøk til, at fleiri siga seg vilja hava møgleikan at fáa deyðshjálp, kann hava samband við eitt rák í samfelagnum, sum snýr seg um, at vit menniskju skulu hava fult tamarhald á øllum lívsins viðurskiftum.

 

 

 

– Men tað er ikki øllum, sum vit kunnu hava tamarhald á. Og spurningurin er, um vit skulu stremba eftir at hava tamarhald á øllum.

 

FAKTA

 

Níggju lond í heiminum loyva virknari deyðshjálp: fimm í Evropa, tvey í Suðuramerika og (nakrir statir í) Australia og Nýsæland. Fleiri lond, 14 í tali, loyva “styðjaðum sjálvmorðið”, har sjúklingurin sjálvur tekur lívið av sær eftir vegleiðing frá heilsustarvsfólkum.

 

Uppaftur fleiri lond loyva (og praktisera) óvirkna deyðshjálp, sum er, tá ið viðgerð ikki verður veitt, ella tá ið viðgerðin kann elva til, at sjúklingurin doyr, hóast hetta ikki er málið við viðgerðini.