Tveir dagar, áðrenn ríkmanskonan hvarv úr heimi sínum í Lørenskog í Noregi hin 31. oktober í 2018, var Glenn Hartmann-Hansen á vitjan hjá hjúnunum, Tom og Anne-Elisabeth Hagen. Teir hava kenst sum starvsfelagar í 25 ár.
- Innast inni havi eg stúrt fyri, at hetta kundi henda, men eg gjørdist ovfarin, tá tað so hendi,. Henda dagin noyddist eg bara út at summa meg, sigur hann við VG.
Nú er hin 70 ára gamli miljarderurin handtikin og skuldsettur fyri at hava dripið ella viðvirkað til dráp av konu síni, og í gjár varð hann eftir langan rættarfund í tingrættinum í Noregi varðhaldsfongslaður í fyribils fýra vikur, meðan løgreglan ger fleiri kanningar í málinum.
Verjin hjá Tom Hagen, Svein Holden, hevur sagt, at miljarderurin er handtikin og varðhaldsfongslaður á einum sera veikum grundarlagi, og sjálvur hevur hin nú skuldsetti noktað seg sekan í at hava framt eina brotsgerð móti konu síni.
Í 25 ár arbeiddi Glenn Hartmann-Hansen í einum av feløgunum hjá Tom Hagen, og hann kendi hjúnini væl. Sjálvur sigur hann seg hava verið høgra hondin hjá miljarderinum gjøgnum fleiri ár.
Sjálvur hevur Glenn Hartmann-Hansen gingið inn og út í heiminum hjá Hagen-familjuni heilt til tað seinasta, men seinastu tíðina hevur hann mest havt samband við Tom Hagen í samband við, at teir báðir áttu part í venjingarmiðstøðini, Condis í Lørenskog.
Glenn Hartmann-Hansen sigur, at hann og Tom Hagen snakkaðu ógvuliga lítið um Anne-Elisabeth Hagen og at løturnar, teir seinni vóru saman í heiminum í Lørenskog, snúðu seg mest um vinnulív.
- Eg ynskti, at hann sjálvur fór at nevna málið við konuni, um hann hevði hug at snakka um tað, men tað hendi ikki. Kortini hevur tað verið mín varhugi, at málið tók nógv upp á hann, sigur samstarvsparturin hjá miljarderinum í 25 ár.
Hvat heldur tú um tað, sum er hent nú?
- Innast inni havi eg gingið og stúrt fyri, at hetta kundi henda.
Hví?
- Málið hevur drigið út - uttan, at tað hava verið stór frambrot, soleiðis sum vit hava skilt tað í miðlunum. Hetta kann hava gjørt, at størri fokus kom á Tom Hagen, sigur Glenn Hartmann-Hansen, sum heldur tað vera alt ov tíðliga at gera sær nakrar niðurstøður í málinum, tí tað er langt ímillum partarnar.
Glenn Hartmann-Hansen sigur, at tankar hansara eru hjá Hagen-familjuni og serliga hjá børnunum og abba-og ommubørnunum. - Hetta má kennast ógvuliga tyngjandi fyri tey, sigur hann.
Tá hann var inni á gólvinum hjá Hagen-hjúnunum bert tveir dagar, áðrenn Anne-Elisabeth Hagen hvarv, vísti tað seg at vera góður stemningur. Hann fekk bæði kaffi og køkur, sum ríkmanskonan borðrreiddi fyri honum. - Tað tykist óveruligt, at hon bert tveir dagar seinni var burtur, sigur hann.
Glenn Hartmann-Hansen sigur við VG, at tað framvegis kennist undarligt, at hon er burtur, men so mikið meira løgið kennist gongdin, sum nú hevur verið í málinum, har Tom Hagen er handtikin, skuldsettur og varðhaldsfongsaður í fyribils fýra vikur.