Eg stúri fyri at tað endar við deyðsvanlukkum

– Eg eri bangin fyri, at hetta fer at enda við deyðsvanlukku!

 

Bjarki Johannesen, koyrilærari í Havn, stúrir fyri avleiðingunum, tí tað verður loyvt hjá 15 ára gomlum at koyra lítil prutl, sum í mesta lagi kunnu koyra 30 kilometrar um tíman.

 

Hann sigur, at tað er ein vanlukkulig avgerð, politikararnir her hava tikið, tí hetta fer at vera til so stóran váða fyri ferðslutrygdina, at hann stúrir fyri, at fersðluvanlukkur, sum kosta mannalív, fara at standast av hesum.

 

Aðrastaðni sleppa 15 ára gomul at koyra prutl, sum koyra í mesta lagi 30 kilometrar um tíman, ella lítil prutl, sum tey vera nevnd.

 

Men hann sigur, at umstøðurnar í Føroyum kunnu als ikki samanberast við umstøðurnar aðrastaðni.

 

– Aðrastaðni sleppa lítil prutl ikki at koyra á sjálvum koyrivegnum, men eru víst til súkklubreytirnar, sigur Bjarki Johannesen.

 

– Í Føroyum kunnu vegirnir als ikki samanberiligir við vegirnar uttanlands, tí her eru teir so smalir, at tað er rætt og slætt ikki pláss fyri einum prutli, sum koyrir 30 kilometrar um tíman.

 

Hann vísir á, at kápan á einum skutara er einar 40 sentimetrar breitt og róðrið er einar 70 sentimetrar breitt.

 

Prutlið skal koyra kanska einar 20 sentimetrar frá gongubreytini. Og tað merkir, at prutlið kemur ein lítlan metur út á vegin. Og er vindur, og koyringin tessvegna eitt sindur óstøðug, fyllir prutlið enn meiri á vegnum

 

– Hvussu nógv pláss er so eftir til bilarnar, tí teir skulu eisini hava eina trygdarfrástøðu til prutlið, spyr koyrilæraran.

 

Hann vísir eisini á, at í Føroyum eru nógvar mótbrekkur, sum lítil prutl valla vinna á. Hann sigur, at motororkan er so lítil, at tað er reglan, heldur enn undantaki, at tær eru útboraðar, ella á annan hátt gjørdar ólógligar, so at tey koyra skjótari og trekkja betur.

 

Bjarki Johannesen heldur, at hetta fer at føra til nógvar vandamiklar støður í ferðsluni, tí nógvastaðni verður tað ringt, fyri ikki at siga ómøguligt, hjá einum bili at sleppa fram við einum prutli og ein og hvør kann so hugsa sær hvørjar vandastøður, tað kann elva til.

 

Tá er tað nógv tryggari at tey súkkla í staðin, tí tey súkkla minst 30 kilometrar um tíman sum einki.

 

Hann heldur sostatt ikki, at lítil prutl hoyra ikki heima í Føroyum, tí her eru umstøðurnar ikki til tað. Hinvegin hevur hann einki ímóti at 15 ára gomul sleppa at koyra stór prutl, sum eru tey prutl, sum koyra í mesta lagi 45 kilometrar um tíman.

 

Hann heldur, at tað er einki í vegin fyri at fólk koyra á stórum prutli, tí tey klára at fylgja við ferðsluni.

 

Tað eru annars nógv, sum halda, at 15 ára gomul eru ikki búgving at koyra prutl, hvørki lítið ella stórt. Men her er koyrilærarin ósamdur. Eru 15 ára gomul ikki búgvin at koyra 30, ella 45 á prutli, eru tey heldur ikki búgvin at súkkla, tí tey súkkla minst líka skjótt, sigur Bjarki Johannesen.

 

Tí heldur hann eisini, at landsins myndugleika áttu at forða fyri, at lítil prutl yvirhøvur komu á vegin.