? Eg stilli ikki upp til løgtingsvalið

? Tú kanst ongantíð siga ongantíð, sigur Óli Jacobsen, sum ikki útihýsir, at viðurskiftini kunnu broytast seinni. Hann sigur, at konfliktin millum hann og Javnaðarflokkin er burtur, og at partarnir nú hava gott samstarv. Men samstarvið við Verkamannafylkingina kann ikki rættast uppaftur

? Eg ætli mær at taka tað heilt róligt hesaferð - kanska fyri fyrstu ferð í lívinum, og sum eg havi sagt fleiri ferðir, so stilli eg ikki upp.

Hetta sigur ein avgjørdur Óli Jacobsen.

Óli Jacobsen er ikki hvør sum helst. Umframt at hann hevur verið formaður í Fiskimannafelagnum síðani 1971, hevur hann eisini í tveimum skeiðum verið tingmaður. Eitt skifti í 1979 sum varðamaður Javnaðarfloksins í Suðurstreymi og síðan 1994 valdur á ting fyri Verkamannafylkingina í Eysturoy.

Fyrstu ferð Óli Jacobsen stillaði upp var í 1966 - og tá fyri Tjóðveldisflokkin. Hetta var í Eysturoyar valdømi, og var hann tá bert 23 ára gamal.

Eftir stóra ósemju við Javnaðarflokkin í 1994 gekk hann saman við Ingeborg Vinther, sum eisini var ósamd við Javnaðarflokkin, og stovnaðu tey saman við øðrum Verkamannafylkingina.

? Tað bleiv so buldrasligt, at eg fekk nógv av hesum fjasinum, sigur Óli Jacobsen. ? Nú ætli eg mær at taka tað avslappað og hugsa meira um familjuna.

Men hugsjónin er tann sama, sigur Óli Jacobsen, sum tó leggur afturat, at trúgvin upp á at tað ber til kortini broytist, eldri tú gerst.

Hóast Óli Jacbsen fer at halda seg burtur frá politikki hesaferð, so vil hann kortini ikki siga, at hann ongantíð fer at venda aftur.

? Tá tú hevur verið við í politiskum arbeiði í meira enn 30 ár, so fer uttan iva at rykkja í onkuntíð, sigur hann.

? Hóast tað ikki altíð hevur verið stuttligt at verið við í politikki, so hevur tað ikki verið keðiligt, heldur hann.

Men tað var ósemjan við Javnaðarflokkin, sum gjørdi, at Óli Jacobsen fór saman við Ingeborg Vinther í Verkamannafylkingina.

Var tað ein røtt avgerð?

? Hevði Javnaðarflokkurin tá verið so klókur, sum hann er í dag, so hevði tað ikki verið neyðugt, men sum støðan var tá, kundi tað ikki vera øðrvísi, sigur Óli Jacobsen, sum leggur afturat, at hann í dag hevur gott samstarv við Javnaðarflokkin.

? Konfliktin, sum tá var, er burtur.

Um samstarvið við Verkamannafylkingina hevur hann aðra hugsan:

? Hatta samstarvið er farið, og tað rættast ongantíð uppaftur. Har er bert ein lítil sekt eftir, sum ongantíð fer at fáa politiska ávirkan.

Óli Jacobsen vísir eisini á veljarakanningina, sum hann helt vera sera áhugaverda.

? Har kom týðuliga fram, at fólk ikki hava tikið undir við mótmlunum hjá fakfeløgunum móti skattalættanum hjá sjómonnum, tí fleiri taka nú undir við hesum nú, enn áðrenn mótmælini hjá fakfeløgunum, sigur hann.

? Fólk hoppa ikki upp hattar har, og veljarakanningin vísti eisini, at parturin hjá Ingeborg Vinther av Verkamannafylkingini bert fær 0,6%.

? Men fer Óli Jacobsen kanska at gera eitt come-back í politikki seinni?

? Hatta kann eg illa svara uppá. Eg eri nú 54 ára, og tá val verður aftur, verði eg 58, men tú kanst ongantíð siga ongantíð. Eg segði, tá eg í 1979 fór út tinginum, at eg ongantíð fór aftur á ting, men umstøður broytast, og alt kann henda, sigur Óli Jacobsen.