- Eg svari tá fólk ringja

Jacob Vestergaard heldur tað vera sera umráðandi, at hann sum landsstýrismaður ikki búrar seg inni á eini skrivstovu, men hevur innlit í, hvat rørir seg í fiskivinnuni. – Men eg leggi stóran dent á, at øll fáa somu viðferð, sigur hann

TELEFONIN

Í kjaki á vinnudegnum í Norðurlandahúsinum segði Pól Huus Sólstein, stjóri í Atlantic Pelagic, at karmarnir um føroyska fiskivinnu eru so ótryggir, at neyðugt er at hava fartelefonnummarið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacobi Vestergaard, um tú sum vinnulívsmaður skalt kenna teg so nøkulunda inni í hitanum, sum hann tók til.
- Nú veit eg ikki, hvat Pól Huus Sólstein hugsar um, og eg haldi, at hann átti at greinað hesi úttalilsi nærri, tá hann førir tey fram. Eg kenni einki til, at neyðugt er hjá vinnuni at kenna mítt fartelefonnummar fyri, at hon kann kenna seg inni í hitanum, sigur Jacob Vestergaard.

”Eg svari...”
- Eg svari, tá fólk ringja, og eg tosi við tey, sum ringja til mín. Sum landsstýrismaður eigur tú ikki at búra teg inni á eini skrivstovu. Umráðandi er at hava innlit í, hvat rørir seg í fiskivinnuni, og eg havi tí sjálvsagt áhuga í tí, sum vinnan hevur at føra fram. Hinvegin leggi eg stóran dent á, at øll, sum seta seg í samband við meg, vera viðfarin eins.
Jacob Vestergaard ásannar, at hann hevur góð sambond við ymiskar yrkisbólkar innan okkara fiskivinnu.
- Eg spyrji, og eg samskifti, og eg haldi, at hetta er ógvuliga umráðandi fyri meg, sum siti við ábyrgdini av hesum øki, ið hevur so stóran samfelagsligan týdning.
Landsstýrismaðurin heldur tó ikki, at tað eru so mong, sum ringja til hansara, at hetta er nakar trupulleiki.
- Og eg kann vissa Pól Huus Sólstein um, at tað avgjørt ikki er soleiðis, at tey, sum ringja mest, eisini fáa mest burtur úr, um tað er tað, hann hugsar um, sigur Jacob Vestergaard.

Telefonnummarið
Vit spurdu til stuttleikar landsstýrismannin, um hann hevur nakað ímóti, at vit prenta fartelefonnummarið hjá honum í Sosialinum, og tað hevur hann ikki.
- Eg havi áhuga í øllum, sum fellir innanfyri mítt málsøki, og eg eri opin fyri samskifti, um vinnan – ella partar av henni – hava íkast til mál og viðurskifti, sum eru uppi, sigur Jacob Vestergaard.
Fartelefonnummarið hjá landsstýrismanninum, sum vit ringdu til í morgun, er 211301.