Eg taki hetta sum eitt fornermilsi

Tað eitt fornermilsi, at samgongan nú leggur uppskot fram um at varðveita okkara siðaarv, eftir at hon fyrst hevur givið samkyndum loyvi at giftast

– Eg taki hetta sum eitt fornermilsi.

 

Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, er firtin, nú Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at ST sáttmálin um at verj heimsins siðaarv, verður settur í gildi fyri Føroyar.

 

Jógvan á Lakjuni heldur, at tað er ógvuliga framligt av samgonguni at leggja eitt slíkt uppskot fyri Løgtingið, eftir at samgongan hevur avtikið tann mest grundleggjandi siðaarvin av øllum, nevniliga, at hjúnabandið er ímillum ein mann og eina kvinnu.

 

Hann sipar til, at meirilutin í Løgtinginum hevur samtykt at loyva samkyndum hjúnalagi. Og hann skilur ikki, at samgongan yvirhøvur skal koma sær at leggja uppskot fyri Løgtingið og biða løgtingslimir taka undir við einum uppskoti um at varðveita siðaarvin, eftir at hon hevur vanvirt tann mest grundleggjandi siðaarvin av øllum, nevniliga hjúnalagið, og gjørt tað óheft av kyni.

 

– At varðveita hjúnabandið ímillum mann og kvinnu er eisini ein partur av hesum sáttmálanum um siðaarvin, sigur Jógvan á Lakjuni. Hann heldur, at samgongan mátti í minsta lagi verið eitt sindur illa við av at leggja eitt slíkt uppskot fram, eftir at hon hevur avtikið størsta siðaarvin av øllum.

 

Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, tekur undir við honum.

 

– Vit hava avtikið ein av okkara kærastu og mest rótfestu siðaarvum av øllum, nevniliga tann siðaarv, at hjúnabandið er ímillum mann og kvinnu, segði Løgtingsmaðurin fyri Sambandsflokkin.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin, staðfestur, at málið um hjúnabandslógina er ikki slept, tí hon ivast ikki í, at tey fara at stríðast víðari í royndunum at avtaka hjúnalagið ímillum samkynd.