Eg ætli ikki at leggja eyka byrðar á vinnuna

?Tað er ikki ætlanin at broytingarnar í mvg lógini, skulu koma vinnuni í trupulleikar, sigur Karsten Hansen

? Vit hava sett eina nevnd at endurskoða mvg lógina. Men hevði eg vitað úrslitið frammanundan, hevði tað verið óneyðugt at sett hana.

Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri kann ikki veita nakra sum helst trygd fyri, hvat fer at henda, ella ikki, nú mvg lógin verður endurskoða.

Men hann sigur, at ætlanin er ikki at gera tað truplari hjá vinnulívinum.

Tvørturímóti er endamálið at gera mvg skipanina einfaldri at umsita hjá øllum pørtum.

Fíggjarmálaráðharrin sigur, at tað er ein sannroynd at øll tey nógvu undantøkini í mvg lógina, gera skipanina bæði ómetaliga trupula at umsita og ógvuliga kappingaravlagandi

Eitt nú nevndir hann eitt dømi úr handverksvinnuni.

? Biðjur tú ein snikkara gera tær eina trappu, er hon mvg frí, um snikkarin tekur tilfarið við sær til húsar hjá tær , og ger trappuna har. ? Men ger hann trappuna á verkstaðnum, skal mvg gjaldast av henni.

Hetta er bara eitt dømi um eitt undantak, sum ger, at bæði myndugleikar og vinnan vilja hava eina einfaldari mvg skipan.

Av tí sama hevur hann nú sett eina nevnd at endurskoða alla skipanina.


Ikki eitt dýrkandi lið

Karsten Hansen leggur dent á, at ætlanin er ikki at leggja nakað dýrkandi lið á vinnuna, tí tað ger kappingarførið verri. Tí er eisini ætlanin at byggja ein ella annan útreiðslu-neutralitet inn í skipanina, sigur hann.

? Ætlanin við broytingunum er er ikki at fáa meiri inn í mvg.

Tvs, at verða tað fleiri herðar at gjalda mvg, kann ein møguleiki verða at lækka mvg prosentið yvir ein kamb.

Fíggjarmálaráðharrin kann ikki siga nakað ávíst um, hvørja lagnu fiskakeyp fær í teirri endurskoðaðu mvg skipanini.

? Men eru tað onkrir bólkar, sum ikki skulu hava tyngri byrðar, so mugu vit finna útav tí.

Ein máti kann verða at loysa teir trupulleikarnar við onkrari aðrari skipan, sum er nógv einfaldari at umsita enn mvg skipanini, sigur Karsten Hansen.