Eg ætli ikki at skerja rættin hjá fakfeløgunum

?Tað er púra ørt at siga, at ætlanin er at taka rættin frá fakfeløgunum at fara í verkfall, sigur Bjarni Djurholm.

 

? Eru fakfeløgini komin til ta niðurstøðu, at ætlanin er at skerja teirra rættindi, hava tey fullkomiliga misskilt málið.

Tað sigur Bjarni Djurholm, Landsstýrismaður í vinnumálum.

Vit hava biðið hann um viðmerking til tær hørðu atfinningarnar, sum fakfeløgini hava ført fram ímóti uppskotinum, sum vinnumálastýrið hevur gjørt, um, hvussu ósemjur á arbeiðsmarknaðinum skulu loysast hereftir.

Sum hann greiðir frá aðrastaðni í blaðnum, heldur hann, at fakfeløgini hava bæði miskilt og yvirtulkað ætlanina.

Fakfeløgini hava funnist hvassliga at landsstýrismanninum, tí tey halda, at ætlanin hjá honum er at taka grundarlagið undan fakfeløgunum við at skerja verkfalrsrættin og samráðingarrættin.

Men hesum vísir landsstýrismaðurin aftur.

? Tað passar ikki, at ætlanin er at skerja rættindini hjá fakfeløgunum, tí tað er als ikki tað, sum liggur í kortinum. Hava fakfeløgini uppfatað uppskotið soleiðis, er tað antin tí, at tey vilja uppfata tað soleiðis, ella tí, at tað er ov illa orðað.

? Og er uppskoti ov illa orðað, skal tað ikki taka okkum nógvar minuttir at rætta tað, sigur Bjarni Djurholm.

?Er tað so heldur ikki rætt, at eftir nýggja uppskotinum fær semingsstovnurin heimild til at útseta verkfall at kalla í tað óendaliga?

? Nei, tað er ikki rætt. Semingsmaðurin fær heimild at útseta verkfall í tvær vikur. Men í heilt serligum gørum, tá ið samfelagslig virði eru í vanda, kann hann útseta verkfallið í tvær vikur afturat.

Landsstýrismaðurin sigur, at lesa fakfeløgini tað øðrvísi, er uppskotið helst ov illa orðað, men tað tekur ikki langa tíð at rætta tað.

Hann leggur afturat, at eru ivamál um, hvørjar heimildir semingsmaðurin skal hava, ella um atkvøðugreiðslurnar í fakfeløgunum um semingsuppskot, ber tað til at útgreina tað meiri í uppskotinum, áðrenn tað verður lagt fram.

? Er uppskotið ov illa orðað, skal eg taka skyldina uppá meg. Men so ber til at hyggja at tí, og at orðað uppskotið øðrvísi, sigur Bjarni Djurholm.

Hann sigur, at lógin, sum í gildi nú, er frá 1928 og spurningurin er um tað ikki er neyðugt at dagføra hana.

? Í tí sambandi hava vit hugt eftir, hvussu viðurskiftini eru í okkara grannalondum, Og eg haldi, at tað er løgið, at føroyski arbeiðsmarknaðurin ikki kann liva undir áleið somu treytum, sum arbiðsmarknaðuin í grannalondunum ger, tí tey vera mett at vera ímillum heimsins bestu samfeløg.


Hvør ræður í Føroyum?

Bjarni Djurholm fýlist eisini á framferðina hjá fakfeløgunum, tí hann heldur, at tað kann sáa iva um, hvør tað er, sum ræður í Føroyum.

? Fakfeløgini brúka hetta málið at hótta politisku flokkarnar við, tí tey rógva uppundir, at teir flokkar, sum atkvøða ímóti hesum uppskotinum, skulu fáa stuðul frá feløgunum á næsta vali.

? Spurningurin er, hvør tað er, sum ræður í Føroyum, antin tað eru teir fólkavaldu politikararnir, ella um tað eru fakfeløgini og aðrir áhugabólkar, sum ráða.

Hann sigur, at hansara uppgáva er at orða lógaruppskot, og tað hevur hann gjørt í hesum føri.

? Og tá ið uppskotið er orðað, er tað sent teimum til hoyringar, sum tað ávirkar. Og tað haldi eg, er í fullum samljóði við tær demokratisku mannagongdir, sum eru, sigur Bjarni Djurholm.