- Eg minnist væl fyrstu sýningina við ”Sangur í mjørka”, tí eg kendi beinavegin eitt nøgdsemi. Eg veit ikki reiðiliga, hvat tað er, men onkursvegna gongur alt í hesum leikinum upp í eina hægri eind, og tað gevur mær eina góða kenslu sum leikstjóri.
Soleiðis sigur Marita Dalsgaard, sum er útbúgvin sjónleikari, ið serliga hevur fingist við leikstjórn seinastu árini. Tann 2. november var frumframførslan av leikinum ”Sangur í mjørka”, sum Elin á Rógvi hevur skrivað, og Marita Dalsgaard hevur leikstjórnað. Ein leikur, sum hon upp á mangar mátar er serstakliga væl nøgd við.
- Eg eri ógvuliga errin av leikinum og ikki minst teimum leikarunum, sum eru við. Onkursvegna hava vit megnað at fingið tey røttu fólkini til hvønn einstakan leiklut, og tað er eisini tí, at hetta er tann leikurin, eg eri glaðast fyri at hava verið partur av, sigur Marita Dalsgaard og heldur fram:
- Fyri meg hevur tað týdning, at tey, eg arbeiði saman við, hava ein opinleika, tíma at læra og tíma at vera skapandi saman. Tað er hesum, eg hyggi eftir, meira enn eg hyggi eftir talenti sum so, sigur Marita Dalsgaard, sum era v tí sannføring, at talent ikki er til.
- Eg trúgvi ikki upp á talent, tí eg haldi, at øll kunnu læra at duga eitthvørt væl, bara tey vilja tað nóg nógv. Sjálvandi eru tað summi, sum hava betri hegni til at spæla sjónleik enn onnur, men heilt grundleggjandi haldi eg, at tað snýr seg um, at tú sum leikstjóri skalt duga at gera leiklutirnar til leikararnar og ikki umvent, sigur Marita Dalsgaard.
Vil fortelja søgur
Í meir enn 20 ár hevur Marita Dalsgaard, sum er úr Hoyvík, men dagliga býr í Keypmannahavn, fingist við sjónleik. Hon minnist, at hon sum barn var til ymsar leikir saman við foreldrunum, og tað, heldur hon, hevur havt stóra ávirkan fyri hennara áhuga fyri sjónleiki.
- Onkursvegna hevur sjónleikur altíð hugtikið meg. Barnaárini búði eg í Froðba í Suðuroy, og eg minnist væl, tá pápi mín einaferð tók meg við at síggja tjekkiskan dukkusjónleik. Tað fangaði meg alt fyri eitt, og líka síðani hevur tað at fortelja eina søgu havt mín áhuga, greiðir Marita Dalsgaard frá.
Tað lá tó ikki í kortinum, at Marita Dalsgaard skuldi gerast sjónleikari.
- Eg hevði valt mær eina yrkisleið, har eg arbeiddi við teldum og búskaparfrøði, men ein dagin gekk tað upp fyri mær, at eg gekk frá skíggja til skíggja. Eg hugdi inn í ein skíggja, tá eg var til arbeiðis, og tá eg kom heim, hugdi eg aftur inn í ein annan skíggja. At hetta skuldi vera mítt lív, hevði eg ikki hug til, og so var tað, at eg søkti um at sleppa inn á sjónleikaraskúla, fortelur Marita Dalsgaard, sum var 26 ára gomul, tá hon slapp inn á skúlan. Í 2000 fekk hon sjónleikaraprógvið, og bert fáar vikur seinni fekk hon fyrstu uppgávuna sum útbúgvin sjónleikari.
- Tað var leikluturin sum Annika í Dímun, og tann leikin spældi eg í sambandi við eitt hátíðarhald í Sjónleikarhúsinum, minnist Marita Dalsgaard.
Trívist betur sum leikstjóri
Árini eftir at útbúgvingin var komin í hús, hevði Marita Dalsgaard úr at gera sum sjónleikari. Hon var við í nógvum ymsum leikum og ferðaðist í eitt nú í Danmark, Týsklandi, Russlandi, Japan og Grønlandi, har leikirnir blivu spældir.
- Tað var ótrúliga stuttligt, spennandi og læruríkt, tí eg var við í fleiri stórum leikum, sum lokkaðu nógv nógv fólk til sýningarnar. Eitt skifti var eg við í fýra leikum í senn, fortelur Marita Dalsgaard og heldur fram:
- Tað eina árið var eg við í 150 sýningum, og tað er rættiliga nógv. Við familju og børnum bleiv tað onkursvegna eitt sindur strævið, og eg bleiv móð av at standa so nógv á palli. Tað gjørdi meg forvitna eftir at royna okkurt annað, sigur Marita Dalsgaard. Hóast hon frammanundan hevði fingist eitt sindur við leikstjórn, valdi hon fyri trimum árum síðani at gera tað burturav.
- Tá fann eg útav, at eg eri meira upptikin av at fortelja eina søgu enn sjálv at standa á palli. Tað er tí mær dámar so væl leikstjórn, sigur Marita Dalsgaard, sum tó hevði roynt seg við leikstjórn, áðrenn hon valdi bara at gera tað.
Hon vísir á, at leikstjórn og sjónleikur eru tvey ymisk ting.
- Tað er ikki tað sama, tí sum leikstjóri skalt tú fortelja eina søgu út frá fleiri parametrum. Tú hevur eitt rúm, rekvisittir, ljós, ljóð, tónleik, tekst, dans og so framvegis. Ivaleyst er tað ein fyrimunur fyri meg sum leikstjóri, at eg eri sjónleikari, tí eg veit, hvussu tað er at vera sjónleikarin á pallinum og at skula samstarva og samskifta við ein leikstjóra, greiðir Marita Dalsgaard frá.
Kennir tryggleika í starvinum
Hóast hon fyrst og fremst hevur fingist við leikstjórn seinastu trý árini, merkir tað ikki, at hon ongantíð aftur verður sjálv at síggja á palli.
- Als ikki. Eg eri soleiðis, at eg geri sjáldan nakað, eg ikki tími. Tað snýr seg um, at eg skal hava røttu kensluna í búkinum, og tað er kanska eisini tí, at eg hetta vikuskiftið farið aftur á pall fyri fyrstu ferð í trý ár, fortelur Marita Dalsgaard og sipar til leikin Sunneva Sandø, sum hon komandi tíðina fer at framføra á Tjóðpallinum.
Stundum verður ført fram, at lívið sum sjónleikari kann vera ótrygt, av tí at tú ikki altíð veitst, um tú hevur arbeiði næstu mánaðirnar. Men at sjónleikarayrkið skal vera ótrygt, er Marita Dalsgaard als ikki samd í.
- At vera í føstum starvi er bara ein illusión um ein tryggleika. Hjá okkum sjónleikarum er arbeiðsloysið onkursvegna nakað, vit eru fortrólig við, tí vit vita, at tað er nakað, sum altíð lúrir innan sjónleikarayrkið, sigur Marita Dalsgaard og leggur afturat:
- Tá kreppa kemur, síggi eg, hvussu fólk í øðrum vinnugreinum reagera. Arbeiðsloysið millum sjónleikarar er høgt, og sostatt kenna vit nógv til tað, men hinvegin munnu tað vera teir fæstu sjónleikararnir, sum ikki arbeiða. Hóast teir kanska í eitt tíðarskeið ikki hava ein arbeiðsgeva, so hevur viðkomandi altíð okkurt arbeiði at takast við, og tí føla teir seg sjáldan arbeiðsleysan, staðfestir Marita Dalsgaard.
Hon vísir á, at hon kennir stóran tryggleika í sínum arbeiði, tí hon kennir seg ikki lasta fasta á nakran hátt.
- Tryggleiki kann vera so nógv. Fyri meg er tað til dømis ein tryggleiki at vita, at eg altíð kann flyta meg. Eg gangi úti í verðini, og tá ein hurð ferð aftur, fer ein onnur upp. Fyri meg er tað ikki ein tryggleiki at vera í einum føstum starvi hvønn dag frá 8 til 16 í eini 25 ár. Eg dugi als ikki at síggja tað trygga við tí, og eg meini tað ikki sum nakað negativt, men tað er bara á ongan hátt ein tryggleiki fyri meg, sigur Marita Dalsgaard.
Fakta:
- Marita Dalsgaard
- 44 ár
- Gift Olaf johannesen
- Tvey børn og trý stjúkbørn
- Útbúgvin sjónleikari í 2000