Tróndur Arge
Joseph Hickersberger, sum var landsliðsvenjari hjá Eysturríki 12. september í 1990, tá Føroyar vunnu minniliga 1-0 sigurin á Eysturríki er á fyrsta sinni komin til Føroya. Joseph Hickersberger skal verða viðmerkjari hjá eysturríkskum sjónvarpi til dystin.
Hickersberger viðgongur, at tað fyllir enn nógv í hansara lívi, at hann tapti ímóti Føroyum, men hann hevur havt eitt gott fótbóltslív síðani tá, har hann m.a. hevur vunnið meistaraheiti í fýra ymiskum FIFA-londum, umframt, at hann aftur var landsliðsvenjari, tá Eysturríki á heimavølli varð vertur fyri EM-endaspælinum í 2008 saman við grannalandinum, Sveis.
Hickersberger heldur, at tað føroyska landsliðið spælir nógv betri fótbólt, enn teir gjørdu í gomlum døgum, og at føroysku spælararnir duga betri at flyta bóltin, eisini tá Føroyar í mars taptu 6-0 ímóti Eysturríki á útivølli.
Undirmetti Føroyar
Í samrøðu við Hera Simonsen til in.fo viðgongur Joseph Hickersberger, at hann undirmetti Føroyar eitt sindur. Hann leggur eisini dent á, at hansara lið var gott til tann dystin.
- Kanska vit undirmettu Føroyar eitt sindur, men tað var mín feilur og eg bleiv revsaður.
- Liðið hjá okkum tá var ikki so vánaligt. Vit høvdu akkurát verið til endaspælið í HM í Italia. Vit høvdu Toni Polster og Gerhard Rodax í álopinum, sum báðir vóru yrkisspælarar í Spania, sigur fyrrverandi landsliðsvenjarin hjá Eysturríki.
- Vit spældu ein vánaligan dyst, men sigurin hjá føroyingunum var rættvísur. Vit kundu ikki gremja okkum eftir dystin, tí vit gjørdu ikki nokk til at vinna dystin, staðfestur Joseph Hickersberger, sum misti landsliðsstarvið eftir dystin.
Bilsin av Føroyum
Í samband við landsdystin móti Eysturríki á Tórsvølli, so er Joseph Hickersberger komin til Føroyar, tí hann skal verða viðmerkjari hjá eysturríksum sjónvarpi.
- Hetta er fyrstu ferð, at eg eri í Føroyum. Eg eri bilsin av hvussu stilt og róligt alt er í Føroyum, og ikki minst flotta landslagnum. Tað er deiligt at vera her. Eg havi fingið ein jaliga fatan av Føroyum nú. Eg havi sjálvandi eina søgu saman við Føroyum. Sjálvt um tað eru 23 ár síðani, so havi eg enn ringt minnir frá dystinum, sum vit taptu. Tapið kom illa við og kenslan eftir dystin var bittur, sigur Joseph Hickersberger, sum er prátingarsamur og í góðum lag.
- Eg hugsaði ikki so nógv um dystin og tað var ikki so týdningarmikið at fáa viðgjørt dystin. Tað var hinvegin týdningarmikið hjá mær at blíva ein venjari aftur. Eg misti jú starvið sum landsliðsvenjari eftir dystin, og tað tók tíð at koma fyri meg, sigur Joseph Hickersberger, sum stutt seinni fekk arbeiði í Týsklandi.
- Eg var heppin at koma fyri meg aftur. Fáar mánaðir seinni arbeiddi eg í týsku Bundesliguni í Fortuna Dusseldorf. Síðani havi eg vunnið meistaraheitið í fýra londum og verið venjari hjá Eysturríki í einum endaspælið. So eg kom víðari, staðfestur Joseph Hickersberger smílandi.
Letur væl at føroyska spælinum
Joseph Hickersberger heldur, at føroyska landsliðið í dag spælir flottan fótbólt. Hóast avrikið í Eysturríki hevur fingið nógvan kritikk í Føroyum, so helt Joseph Hickersberger ikki, at talan var um so stóran um á liðnum.
- Eg var á leikvøllinum til dystin í mars mánaði. Eg var bilsin av føroyska liðnum, sum spældi framrættaðan fótbólt. Teir vardi ikki bara, men royndu at leypa á. Tað blivu teir revsaðir hart fyri. Undir dystinum hevði eg ikki kenslu av, at munurin fór at blíva so stórur, sigur fyrrverandi landsliðsvenjari hjá Eysturríki.
Hann hevur verið í Føroyum í nakrar dagar og hevur sæð føroyska liðið vant. Hann letur væl at.
- Tað, sum eg havi sæð hesar dagarnar eg havi verið í Føroyum til venjing, er at liðið leypir á við fleiri fólk enn fyri tjúgu árum síðani. Teir royna at spæla fótbólt. Tá var tað bara mótálop, men í dag royna teir at koma fram á vøllin við bóltinum. Tað er nógv betri fótbóltur, sigur Joseph Hickersberger at enda.
Hann hevði als ikki hug at renna undan torføru spurningunum, men tóktist meira sum ein maður, ið var sinnaður at leggja øll kortini á borðið. Joseph Hickersberger verður altíð eitt navn vit kunnu seta í samband við helst størsta fótbóltsskelkin í bæði føroyskari og eysturrískari fótbóltssøgu. Nú hevur hann so lagt síni kort á borðið.