- Eg vóni at fiskaprísirnir fara at hækka

- At fiskurin ikki skal kryvjast, hevur gjørt útróðurin so sera nógv lættari, sigur Rúni í Hjøllum.

 

 

Rúni í Hjøllum helt nýggjár saman við konu og synum. Synunum dáma væl at skjóta fýrverk, og hetta setti sín dám á gamlaárskvøld. Av tí, at koronu-farsóttin hesaferð setti nakrar avmarkingar til felags tiltøk, varð nýggjárið í fyrsta lagi hildið saman við familjuni.

Men, hvør var so størsta hendingin - ella upplivingin - hjá Rúna í Hjøllum í 2020?

- Tá eg hugsi um útróðrarvinnuna, var størsta hendingin avgjørt, at farið varð frá at kryvja til bara at blóðga fiskin. Hetta hevur gjørt útróðurin so sera nógv lættari. Um vit síggja burtur frá koronu-farsóttini, var 2020 eitt gott ár. Heilsan hjá okkum øllum hevur verið góð, og vit hava havt tað gott. 

Rúni í Hjøllum vísir á, at ein stórhending fyri allar Føroyar - antin tú ert fyri verkætlanini ella ei - var Eysturoyartunnilin, sum læt upp. - Eg búgvi á Toftum, og nú tekur tað mær 15 minuttir til Havnar. Áður tók hetta ein heilan tíma.

Hvat var so tað keðiligasta við 2020?

- Tað var koronu-farsóttin, sum ávirkaði alt samfelagið, og sum ikki minst hevði við sær, at fiskaprísirnir fullu. Í dag havi eg góðar vónir um, at farsóttin verður útruddað so væl sum gjørligt. Eg vóni eisini, at fiskiskapurin verður góður, og at fiskaprísirnir fara at hækka, sigur Rúni í Hjøllum.

##med2##