Renning??
??Renningin hjá Bjørk Herup Olsen á 10.000 metrum týskvøldið kiksaði rættiliga.?Bjørk royndi at leggja seg á odda rímiliga tíðliga í kappingini, og hon var fremst í eina góða løtu. Men hon hevði tikið ein ov stóran kjans, tí hon hevði ikki orku at renna heim í somu ferð, sum hon hevði runnið.?Og eftir at hon hevði sett ferðina niður, og aðrir rennarar vóru farnir fram við henni, valdi hon einfalt at gevast við at renna, hóast tað manglaðu slakir 2000 metrar.?- Tað gekk væl teir fyrstu seks kilometrarnar, men so setti eg ferðina upp og tók kjansin, men tað gekk ikki ordiliga, sum tað skuldi. Eg hevði ætlað mær at gjørt tað, men ikki so tíðliga í kappingina, sigur Bjørk Herup Olsen.??Sum at fáa hamara í høvdið?Og tað kom aftur um brekku, at Bjørk Herup Olsen hevði lagt so nógv fyri.?- Tað var sum at fáa ein hamara í høvdið, ella sum at verða doyvd í øllum kroppinum. Eg hevði misroknað meg, og kreftirnar vóru uppi. ?- Eg hevði tríggjar rundur eftir at renna, og eg hevði nokk klárað at gjøgnumført kappingina, men tað var eingin góð orsøk til at halda fram, tí eg skuldi renna aftur mikudagin, og tað hevði verið spill av orku at runnið seinasta partin, sigur Bjørk Herup Olsen.?Hvat hevði tú gjørt øðrvísi, um tú hevði runnið kappingina umaftur??- So hevði eg bíðað, til tað vóru fýra rundur eftir, áðrenn eg setti ferðina upp.
Tárini trillaðu?Bjørk Herup Olsen var sera kedd eftir kappingina. Tárini trillaðu, og hon tóktist ótroystilig. Fyri tveimum árum síðani gekk eisini illa í einari rennikapping, og nú var aftur galið hjá evnaríka rennaranum.?- Eg var øgiliga skuffað av mær sjálvari, og eg vær sera kedd. Kenslurnar skuldu út, men um kvøldið, so fekk eg tað betur, og eg svav væl um náttina. Nú ræður um at koma upp á hestin aftur, og eg gleði meg til næstu kapping, sigur Bjørk Herup Olsen.?- Tað er ræðuliga keðiligt at venja so nógv og so leingi, og so muga gevast at renna í einari kapping. Men eg havi gott mót at halda fram.??Myndatekstur:?- Kenslurnar skuldu út, men um kvøldið, so fekk eg tað betur, og eg svav væl um náttina. Nú ræður um at koma upp á hestin aftur, og eg gleði meg til næstu kapping, sigur Bjørk Herup Olsen?Mynd: Sofus D. Johannesen????****???(1tg kassi): ??
Rúni fall í finaluni?Rúni Seloy gjørdi ein ordans vørr í innleiðandi kapping á 800 metrum, men hann megnaði ikki at fylgja við teimum sterkastu í finaluni. ?Átta rennarar vóru við í finaluni, og kappingin hjá Rúna var sera hørð. Rúni legði væl fyri og fylgdi væl við fyrstu 600 metrarnar. Men tá teir sterku rennararnir fóru undir endaspurtin, dragnaði Rúni. ?Finalan endaði við, at Rúni Seloy gjørdist nummar 7. ?- Eg ætlaði mær at fáa eina betri tíð, men eg hevði brúkt nógvar kreftir í gjár, so eg kláraði ikki at renna skjótari, segði Rúni Seloy eftir kappingina.
?Heri rakk ikki bronsu?Heri Ziska var í nánd av bronsumerkinum í klingruvarpi, men endaði sum nummar 4.?Besta kastið hjá Hera Ziska var 42,85 metrar, og tað var miðskeiðis í einari røð av køstum, sum vóru um teir 42 metrarnar. ?Heri Ziska var ein góðan hálvan metur frá bronsuplássinum, sum Erik Larsson av Gotlandi fór við. ?Zane Duquemin av Jersey var nógv sterkastur, og hann vann kappingina við einum kasti, sum var stívliga 50 metrar.