Samrøða
?Eg føldi meg tóman. Ongar kreftir vóru eftir til at fara undir nakað nýtt. Eg hevði givið meg fult og heilt í starvinum sum landsstýrismaður, og nú er tað knappliga burtur. Starvið tók alla mína tíð. Eg var starvið, sigur Jørgen Niclasen, sum varð noyddur at siga starvið sum landsstýrismaður við fiskivinnumálum frá sær.
Ikki tí, at umhvørvið, Jørgen Niclasen nú dagliga ferðast í, er nakað nýtt fyri honum. Hann er løgtingsmaður, umframt at hann eisini er at finna í handlinum hjá N. Niclasen, sum hann eigur part av.
?Vit eru tríggir brøður, sum eiga fyritøkuna. Eg eri einsamallur búsitandi í Føroyum. Ein er í Grønlandi, og ein er í Kanada, so tað er natúrligt, at eg eri her, sigur Jørgen Niclasen.
Hann situr handan hálvtannaðhundrað ára gamla skriviborðið hjá fyrsta familjuhandlinum, sum ættfaðirin, Ríki Dánjal, fekk til vega, tá hann lat úthandil upp í Sørvági fyri Mortensens handilin á Tvøroyri. Sama ár, sum slagið var við Dybbøl. 1864
?Stólurin, har stendur, er javngamal við borðið, sigur hann tá blaðmaðurin verður boðin at sita.
Vildi sloppið undan
Eingin ivi er um, at Jørgen Niclasen hevði viljað sloppið undan degnum 14. januar 2003.
Sjálvur var hann púra vísur í, at hann einki skeivt hevði gjørt, sum kundi fáa hann úr landsstýrissessinum. Og tað kundu hvørki andstøða ella tann parturin av samgonguni, sum styðjaði eitt komandi misálitisuppskot, heldur vísa á, heldur hann enn í dag fast við.
?At eg kortini noyddist at leggja frá mær, var beinleiðis orsakað av politiskum orsøkum. Einki annað. Einhvør roynd onkusvegna at rættvísisgera eitthvørt, sum farið er fram fyrr, heldur Jørgen Niclasen uppá.
Nei, tað var einki stuttligt, sum eisini alt Føroya fólk sá, soleiðis at falla fyri sínum egnu, sigur Jørgen Niclasen.
?Kenslurnar vóru við at taka yvir, longu meðan eg stóð á talarapallinum. Eg royndi at berjast í móti og helt meg eisini klára tað nøkunlunda, sigur hann.
Tá hann so hevði boðað frá avgerðini, sum hann var kroystur at taka, og løgmaður hevði orðið, helt Jørgen Niclasen, at eygu og linsur vóru vend móti løgmanni. Men so var ikki, frætti hann seinni.
?Eg visti, at kenslurnar vóru við at taka ræði, og tí fjaldi eg andlitið. Eg royndi at bera so í bandi, at eingin skuldi síggja, hvussu eg veruliga hevði tað. Men eg visti ikki, at eg varð avmyndaður soleiðis alla tíðina. Eg hoyrdi klikkini frá myndatólunum framman fyri mær, men var so langt burtur, og alt var so tómt og óveruligt, at eg skrásetti ikki rættiliga, hvat veruliga hendi.
Jørgen Niclasen sigur, at tað mesta hann minnist afur frá hesi løtuni í tinginum, er »óbehagiligheitirnar« av myndatólunum, sum alla tíðina vóru rundan um hann, hóast hann veruliga helt, at tað var løgmaður, sum nú var í fokus.
?Tað er nú heldur ikki so nógv at gera við tað. Okkum politikarum plagar at dáma væl at verða avmyndaðir, tá tað gongur væl, og løturnar eru góðar. Vit eiga tí at vita, at eisini tær ringu løturnar kunnu verða avmyndaðar. Men eingin ivi er um, at eg vildi givið nógv fyri at sloppið undan hasi løtuni, sigur Jørgen Niclasen.
Tók sjálvur avgerðina
Jørgen Niclasen sigur, at hann tók sjálvur avgerðina um at siga landsstýrissessin frá sær. Avgerðin varð tikin á tingfundinum, eftir at hann hevði staðfest, at meiriluti fór at vera fyri misálitisuppskotinum hjá andstøðuni.
?Tað var eitt øgiligt trýst, sum lá á mær, meðan eg var á røðarapallinum hasa løtuna, sigur Jørgen Niclasen. Men eg eri hóast alt fegin um, at tað kom so langt, tí hasin tingfundurin lýsti eftir míni meting málið betri, enn tað hevði verið alla tíðina frammanundan, síðan tað kom upp, sigur hann.
At hann fór at verða sitandi, ivaðist hann persónliga ikki í, tá hann kom á tingfundin hendan dagin. Allar frágreiðingar, sum komnar vóru, søgdu, at hann einki juridiskt skeivt hevði gjørt, vísir Jørgen Niclasen á.
Men tá tjóðveldisfólk so tóku orðið á tingfundinum, kendi Jørgen Niclasen, hvønn veg tað bar. Har var eingin ivi um, at tey vildu hava hann úr stólinum, og tí tók hann so avleiðingarnar av, sigur hann
?Eg kenni tað sum nakað persónligt, at eg noyddist at leggja frá mær. Tað er eingin ivi um, at Tjóðveldisflokkurin alla tíðina síðan valið hevur ligið eftir leiðsluni í Fólkaflokkinum. Løgmaður er eitt dømi. Bjarni Djurholm er eitt annað. Og nú var tað eg. Allir tríggir landssýrislimirnir hjá Fólkaflokkinum. Hinir báðir hóraðu undan, men eg fall. Og eg dugi ikki enn at síggja, hvør grundin skal vera, heldur Jørgen Niclasen uppá.
Samstarvið slitnar
Spurningurin er ikki um, men nær samstarvið millum Fólkaflokkn og Tjóðveldisflokkin slitnar, sigur Jørgen Niclasen. Endin er so illa meltaður, at ringt er at spleisa hann aftur.
Tað er alment kent, at tað hevur ikki verið serliga flótt millum flokkarnar hóast teir eru í samgongu, og samstarvið fekk nú eitt so álvarsligt skot fyri bógvin, at her er lítið gott eftir, sigur tingmaður Fólkafloksins í Vágum.´
Hann vil ikki siga, hvussu leingi samstarvið heldur afturat. Tað kann slitna skjótt, men tað kann eisini halda valskeiðið út.
?Sjálvur havi eg altíð verið loyalur móti flokki mínum, og tað fari eg eisini at vera. Men eg má viðganga, at loyaliteturin mótvegis samgonguni hevur verið størri, enn hann er í dag, staðfestir Jørgen Niclasen.
Jørgen Niclasen vísir á, at hann sum 17. maður í samgonguni hevur góðar møguleikar at fylgja egnari sannføring, um eitt mál, har hann ikki er persónliga samdur við samgonuni, kemur á ting.
?Og eg hvørki vænti ella vóni, at nakar tekur mær tað illa upp, um eg geri tað, sigur hann.
Hann vísir eisini á, at hendingin í tinginum hendan dagin hevur gjørt landsstýrið veikari. Tað er keðiligt og trupult, at løgtingið meira er í móti enn við landsstýrinum, heldur hann.
?Landsstýrismenn kenna seg ikki tryggar meira. Teir fara stutt sagt ikki at tora at taka avgerðir av ótta fyri at enda á sama hátt sum eg. Og eg skilji tað væl, soleiðis sum mær gekst. Eg hevði væntað stuðul frá samgonguni, men fekk hann ikki. Og tað fara landssýrismenn eisini í framtíðini at minnast til.
Fjálgur favnur
Familjunar favnur er fjálgur, staðfesti Jørgen Niclasen, tá hann kom heim aftur eftir fallið á tingi.
?Tað fløvar at verða møttur við sonnum kærleika, tá ein kemur heim soleiðis, sum eg kom, sigur hann. Og eg staðfesti eisini dagarnar eftir hetta, at eg eigi góðar vinir, sum ikki gloymdu meg, tá eg hevði brúk fyri teimum.
Jørgen Niclasen sigur, at tá okkurt er, sum hann ikki er so glaður fyri, plagar tað at hjálpa upp á sinnalagið at fara ein biltúr. Einsamallur. Og hendan dagin fekk hann tað allarringasta burtur á veg vestur til Sørvágs, eftir at tingfundurin var liðugur.
?Sjálvandi var ikki alt sum einki, tá eg kom til hús. Men eg tók mær góða tíð í bilinum, og tað hjálpti.
Eg fekk frið hetta kvøldið. Men dagarnir, sum komu, vístu rættiliga, at eg eigi vinir. Tað merktist á uppringinum, brøvum og blómuheilsanum, eg fekk. Og tað fløvar.
Tað er eisini gott fyri familjuna, at eg nú veruliga kann vera meira heima. Men eg má viðganga, at tað kemur fyri, at eg loypi frá øllum, tá eg hoyri Fiskimálaráðið nevnt í tíðindunum í Útvarpinum. Eg skal hóast alt venja meg við, at tað eri ikki longur eg, sum skal svara upp á tað, sum hevur við Fiskimálaráðið at gera.
Jørgen Niclasen sigur seg tó ikki hava fingið so álvarsligan stoyt, at hann ikki ætlar at halda fram í politikki.
?Eg kenni ongan telvara, sum er givin at telva, tí hann hevur verið noyddur at lagt kongin onkuntíð. Soleiðis havi eg tað eisini. Fái eg møguleikan, komi eg afturíaftur, sigur Jørgen Niclasen, fyrrverandi landsstýrismaður, sum nú er løgtingsmaður og keypmaður í Sørvági.