- Eg vil bara tey taka ábyrgd

Jenny Eliasen doyði 23. oktober 2014. Sambært líkssýninum og politirapportini er orsøkin, at hon fekk skeivan heilivág. Hetta hendi, meðan hon var innløgd á Landssjúkrahúsinum.

 


Løgreglan fór upp í málið, men orsøk var ikki funnin til at seta ákærur fram móti nøkrum

 

 

Ógreitt er, hvussu Jenny Eliasen fekk heilivágin í seg. Var tað feilmedisinering í orðsins rætta týdningi, ella tók hon sjálv heilivágin? 

 

 

Í temanum í Vikuskiftis Sosialinum hesaferð viðgerða vit vandamiklan heilivág í sjúkrahúsverkinum, og vit siga søguna hjá Kristiani í Stórustovu og hinum í familjuni hjá Jenny Eliasen. 

 

Trýst á pílin á myndini og sí Barbaru Holm, blaðstjóra á Sosialinum, og Trónd Arge, ítróttarredaktør greiða frá innihaldinum í blaðnum hesaferð. 

 

 

Her er brot úr samrøðu við Kristian í Stórustovu, sum sæst í Vikuskiftis Sosialinum 

 

- Vit krevja einki. Vit vilja bara, at Landssjúkrahúsið tekur ábyrgd fyri tí, sum kostaði mammu lívið. Hetta gevur mær tað kenslu, at lívið hjá mammu einki var vert fyri tey, sigur Kristian í Stórustovu, sonur Jenny Eliasen, sum doyði orsaka av skeivum heilivág.

 

 

 

23. oktober 2014. Ein dagur, sum stendur rimmar fast í minnunum hjá Kristiani í Stórustovu og familju hansara. Hetta var dagurin, tá ið hann og beiggjar hansara mistu mammu sína, 75 ára gomlu Jenny Eliasen.

 

 

 

Hóast ein slíkur dagur altíð setur seg fast í kropp og sinn sum ein sorgardagur, so var hesin dagurin øðrvísi enn tað, sum Kristian helt hann fór at vera.

 

 

Tí hóast Jenny hevði ein truplan kropp, sum stríddist við fleiri sjúkur, ið kravdu serstakan stuðul, so bagdi høvdinum einki. Hon var glað, spent um at sleppa aftur at spæla kort við búfólkunum á Boðanesheiminum – so skjótt hon fekk pláss og slapp av Landssjúkrahúsinum eftir lokna viðgerð. Men tað slapp hon ongantíð.

 

 

 

 

Orsøkin, sum stendur í deyðsattest hennara er, at hon er deyð orsaka av heilivágnum “Veneficium (Leponex 250 mg)”. Ein sera sterkur heilivágur, sum sendi Jenny beint í koma og síðani í deyðan.