Eg vil bara tryggja at løgtingið fær sín vilja

Helena Dam á Neystabø heldur meg reka føroyskan partapolikk á fólkatingi í samandi við útlendingalógina. Tað er skeivt

Tá uppskot um føroysk viðurskifti eru á skránni á fólkatingi, venda aðrir fólkatingslimir sær altíð til mín og spyrja hvat eg sigi um tey. Og eg mæli teimum altíð til at gera tað sama: Nevniliga at taka undir við tí, sum føroyskir myndugleikar ynskja.

Áðrenn fólkatingið síðsta týsdag viðgjørdi uppskotið um broytingar í útlendingalógini fyri Føroyar, vóru eisini fleiri, sum bóðu um kunning og tilmæli frá mær.

Men tá var ikki so lætt at geva greið tilmæli, tí løgtingið hevði als ikki viðgjørt uppskotið.

Hesum greiddi eg teimum frá. Og tí mælti eg til at málið varð beint í nevnd, og at tað ikki verður tikið fram aftur til 2. viðgerð fyrr enn løgtingið hevur avgreitt tað. Síðani skal fólkatingið samtykkja júst tað, sum løgtingið hevur samykt.

 

Kann verða broytt

Eg haldi tað vera umráðandi at fólkatingið bíðar eftir løgtinginum í hesum máli, tí tað er ikki ósannlíkt, at løgtingið fer at broyta uppskotið.

Áðrenn viðgerðina týsdagin tosaði eg bæði við føroysk vinnulívsfólk, politikarar og embætisfólk, og eg fekk ta púra greiðu fatan, at tað er stór ónøgd við ein part av tí uppskoti, sum Helena Dam á Neystabø hevur lagt fram.

Sambært uppskotinum skal tann ætlaða smidliga atgongdin hjá arbeiðsmegi úr ES fara úr gildi, um arbeiðsloysið í Føroyum er meira enn 3,5% í meira enn tríggjar mánaðir. Tað er hetta, sum ónøgdin er um – og tað er hetta sum ger, at løgtingið kanska fer at broyta uppskotið hjá Helenu.

Tað gjørdi eg vart við undir viðgerðini á fólkatingi. Og tað kallaði Helena í útvarpinum fríggjakvøldið fyri at nýta fólkatingsins røðarapall til at “reka innanhýsis partapolitikk í Føroyum”.

Hetta er púra misskilt. Eg segði í talu míni soleiðis um orsøkina til, at eg gjørdi vart við veikleikar uppskotinum: “Når jeg påviser svagheder ved forslaget så er det fordi jeg sagtens kan forestille mig, at lagtinget kommer til at ændre forslagets nuværende form. Derfor kan folketinget, ved at vedtage dette lovforslag i sin nuværende form, komme til at gøre noget andet end det, som lagtinget ønsker.”

Eg førdi altso ikki ”innanhýsis partapolitikk“ á fólkatingi. Eg vildi bert tryggja, at fólkatingið samtykkir tað, sum løgtingið ynskir. Altso at løgtingið fær sín vilja.

 

Ger trupulleikan minni enn hann er

Við útvarpið segði Helena eisini at arbeiðsloysið í Føroyum er so lítið, at 3,5 % markið ikki verður ein trupulleiki fyrr enn langt úti í framtíðini ”um yvirhøvur nakrantíð”.

Hetta haldi eg vera sera bláoygt. At arbeiðsloysi er so lítið sum nú er púra óvanligt. Tað kann ógvuliga skjótt fara uppum 3,5 %. So standa vit aftur við somu skipan sum nú. Og er tað nakar sum veit hvussu vitleys verandi skipan er, so er tað eg. Dagliga venda fólk sær til mín um hjálp, tí tey standa føst í skipanini, og hvørki vita út ella inn. Nógv arbeiðspláss missa veldugar upphæddir orsaka av, at skipanin er so tung.

Tí vóni eg, at løgtingið broytir uppskotið hjá Helenu, so markið uppá 3,5% antin verður hækkað ella tikið burtur.

Men samtykkir løgtingið uppskotið sum tað fyriliggur, so fari eg sjálvandi at atkvøða fyri tí á fólkatingi. Og eg fari at mæla øllum øðrum til at gera tað sama.

 

Partur av landsstýrinum?

Annars kunngjørdi Finnur Jensen, útvarpsmaður, eisini í innslagnum fríggjakvøldið, at ”Sjúrður Skaale er partur av landsstýrinum”.

Veit ikki hvar hann hevur tað frá. Eg eri hvørki partur av landsstýrinum ella løgtinginum. Men tá løgtingið biður um at fáa eina danska lóg setta í gildi fyri Føroyar, so taki eg sjálvandi undir við tí á fólkatingi. Eisini, tá eg ikki eri heilt samdur við løgtinginum.