– Eg vil eisini vera borgarstjóri í Havn

Hóast fimm vikur enn eru til býráðsvalið í Havn, so eru longu fleiri, ið hava kaprað sær borgarstjórasessin.

 

Umfram Heðin Mortensen, sum hevur verið borgarstjóri í 12 ár, og sum ætlar sær í minsta lagi eitt skeið afturat, so hevur Kaj Leo Holm Johannesen eisini bjóðað seg fram. Og Helgi Abrahamsen hevur longu fingið boð um at finna sær klædningin fram, tí hann verður løgtingsmaður fyri Kaj Leo Holm Johannesen, tá hann verður borgarstjóri.

 

Men fólkafloksmaðurin Bogi Andreasen vil ikki standa aftanfyri, og hann bjóðar eisini seg fram og sigur, at Fólkaflokkurin tekur fegin við borgarstjórasessinum.

 

Tí hevur ungi maðurin á javnaðarlistanum, Bergur Arnbjarnarsonur Dalsgarð, sent út eina fráboðan, har hann á serliga speiskan hátt bjóðar seg fram at stjórna høvuðsstaðnum:

 

»Fráboðan!!

 

Eg vil eisini vera borgarstjóri!

 

Eg havi helst verið ov góðvarin.

 

Her helt eg, at valstríðið til býráðið skuldi snúgva seg um politiskar visjónir fyri Tórshavnar kommunu.

 

Men har fór eg skeivur.

 

Tað snýr seg um at blíva borgarstjóri!

 

Nú hava vit longu í minsta lagi tríggjar royndar politikarar, sum alment bjóða seg fram til borgarstjórasessin.

 

So eg má nokk eisini fara upp í hetta løgna kórið!

 

Ja, hví velja hinar, tá tú kanst velja meg?

 

Sjálvandi skal nýggi borgarstjórin vera ein eldhugaður javnaðarmaður í hjartanum, sum hevur valt trý øki at stríðast fyri:

 

1.     Havnin, har fólkið fær tak yvir høvdið!

2.     Havnin, býurin við tí menniskjaliga eldrapolitikkinum!

3.     Havnin, heimsins grønasti høvuðsstaður!

 

Gevið gætur:

Verði eg borgarstjóri á nýggjárinum, fari eg ikki eisini at arbeiða sum sjúkrarøktarfrøðingur, men brúka alla mína orku í fólksins tænastu í Tórshavnar kommunu! ;)«

 

– Hvør segði, at valstríðið skal vera keðiligt? ;-)