Eg vil fáa bíðilistan til bústaðir niður

Runi Djurhuus
eykalimur hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar býráð
-----

Eg eri glaður fyri, at eg seinastu
fýra árini í fleiri tíðarskeið, havi verið partur av einum býráði, sumveruliga arbeiðir fyri at loysa bústaðartrupulleikarnar í Tórshavnar kommunu. Okkurt er gjørt og nógv annað er ígongd, og komandi valskeið ætli eg at fáa bíðilistan eftir bústaðum niður.



Eg ætli at arbeiða uppaftur harðari fyri at gera tað lættari hjá ungum, barnafamiljum og einligum mammum at fáa sær ein bíligan bústað. At geva fólki atgongd til bústaðir er ikki ein útreiðsla, men ein íløga í framtíðina.



Fólkafráflytingin er størsta hóttanin móti vælferðini í Føroyum, og skal gongdin vendast, má hon vendast í Tórshavn. Havnin kappast ikki við restina av Føroyum um borgarar vit kappast við umheimin. Býráðið skal tryggja, at tey, sum vilja búgva í okkara kommunu, hava møguleika at keypa ella leiga ein bústað her.



Sitandi býráðssamgonga hevur bjóðað út grundstykkir við Mylnutjørn og í Hoyvíkshaganunum. Nú fara vit ígongd við at útstykkja millum Gilja. Bíðilistin er enn langur, og eg ætli at raðfesta at fáa hann burt.



Vit hava selt grundstykki til privatar veitarar, ið hava gjørt øðrvísið bústaðareindir undir Kongavarða og við Heimasta Horn. Sovorðnar verkætlanir skulu sjálvandi sleppa at halda fram, og kommunan eigur at gera sítt til, at verkætlanin undir Kongvarða verður tikin uppaftur.



Saman við Húsalánsgrunninum eru vit í gongd við verkætlanir,sum eru fyri tey við serligum tørvi, eitt nú veik, einligar mammur og eldri fólk. Royndir úr Danmark við líknandi verkætlanum eru góðar, og nú royna vit tað á Boðanesi, á Berjabrekku og í Mattalág.



Men vit mugu eisini tryggja okkum, at tey, ið ynskja at hava egið hús, fáa ein møguleika, tí vil eg arbeiða fyri, at vit aftur gera grundstykki á 400 m2.



Í Javnaðarflokkinum hava vit longu víst, at vit fremja úrslit í Tórshavnar kommunu, vel meg á býráðsvalinum, so eg kann fremja mínar ætlanir við at fáa bíðilistan niður.