Malena og Anja í Lambanun vóru millum tey mongu, ið høvdu leitað sær á pallborðsfund í Norðurlandahúsinum hjá Javna, har bústaðarumstøðurnar hjá menningartarnaðum vórðu á skránni. Fyri tær var hesin fundur sera viðkomandi, tí Anja er menningartarnað, og hetta evnið hevur altíð upptikið Malenu nógv.
-Sum mamman at menningartarnaðum barni eri eg onki øðrvísi enn onnur. Eg havi mangan tonkt upp á, hvar dóttur mín kann búgva, tá ið hon vaks til. Eg eri glað fyri, at hon hevur fingið góðan bústað í Stoffalág í Havn, men eg haldi at eg merki á henni, at umstøðurnar kundu gott verið betri hjá henni, sigur Malena.
Anja tekur undir við mammuni, at tað kann væl verða nakað um hetta.
-Mær dámar væl at búgva í Stoffalág. Men eg eri nokk so kedd av, at tey eg búgvi saman við ikki eru javngomul við meg, sigur Anja í Lambanum.
Trýr upp á lyftini
Malen og Anja hildu báðar, at hetta hevði verið ein spennandi fundur. Tær høvdu báðar fingið nógv burturúr.
-Sum foreldur at barni við menningartarni, so hevur ein altíð nógvar spurningar. Tí haldi eg, at tað er gott við einum tílíkum fundi, har við hava høvi til at spyrja avvarðandi politkarar, um ymsik mál. So hetta hevur verið ein góður kunnandi fundur fyri okkum báðar, siga Malena og Anja.
Hans Pauli Strøm, Jørgen Niclasen, Bill Justinussen og Finnur Helmdal høvdu nógv orð á lofti henda fundin. Og hóast lyftini frá politikarum onkutíð hava verið í so tóm, so ivast Malena ikki í, at tað teir lovaðu í kvøld, tað fara teir at arbeiða fyri.
-Nú verður skjótt val, so nú mugu teir heldur fara at gera nakað við støðuna. So eg trúgvi heilt sikkurt upp á, at tað fer at spyrjast okkurt gott burturúr hesum, sigur Malena av Lambanum.