– Eg vil ikki vera yvirdómari

Martin Lidegaard, danskur uttanríkisráðharri, vil ikki taka støðu til, um tað var rætt ella skeivt av løgmanni at fara á fund við russiska vara-fiskimálaráðharran, Ilja Sjestakov. Í gjár var fundur í uttanríkisnevnd fólkatingsins, har málið var umrøtt.

Løgmaður hevur fingið nógvar atfinningar fyri ferðina, men Martin Lidegaard heldur, at føroyingar eiga sjálvir at finna út, hvat er rættast at gera í hesum málinum.

Finn Thranum, framsøgumaður í føroyamálum hjá Vinstra, hevur boðað stjórnini frá, at hann ynskir eina frágreiðing frá stjórnini um ferðina hjá løgmanni.

Hoyrið samrøðu, sum Kaj Joensen gjørdi við Martin Lidegaard við at trýsa á pílin undir myndini.