- Eg vil síggja børnini vaksa upp

Síðan 4. januar í ár hevur Rúni Thomsen úr Hvalba tapt seg smá 40 kilo. - Eg byrjaði at óttast fyri, at eg ikki fór at liva leingið nokk til at síggja børnini vaksa upp, sigur Rúni.

Síðan 4. januar í ár hevur Rúni Thomsen úr Hvalba tapt seg smá 40 kilo. - Eg byrjaði at óttast fyri, at eg ikki fór at liva leingið nokk til at síggja børnini vaksa upp, sigur Rúni. 

Rúni Thomsen úr Hvalba tók í fjør støðu til, at tann 4. januar í ár skuldi hann taka broyta sítt lív. Hann vigaði tá yvir 157 kilo, og merkti hvønn dag, at hansara orka versnaði. Hann hevur altíð dáma væl at gingið í fjøllunum, men seinastu árini hevur orka ikki verið til tað. 

 

 

- Eg havi fimm børn millum 4 og 13 ár, og eg var bangin fyri, at eg ikki slapp at síggja tey vaksa upp. Tað er jú niðursettar vónir fyri at livað eitt langt lív, tá ið man vigar so nógv, sigur Rúni. 

 

Seinastu árini hava mangir føroyingar leitað sær hjálpa frá læknavísindini til at tveita eyka kiloini við viðgerðini Gastric Bypass. Rúni Thomsen sigur, at hann altíð hevur sagt við seg sjálvan, at skurðviðgerð er ikki vegurin fram. 

 

- Óansæð um tú fer undir skurðviðgerð ella ikki, ert tú noyddur at leggja lívið um, sigur Rúni Thomsen, sum ikki sær nakrar stórar fyrimunir við at fáa skurðviðgerð. 

 

Tann 4. januar broytti Rúni Thomsen sínar matvanar. Hann gavst fullkomiliga við at eta søtt, og át grønt ístaðin fyri rís, pasta, epli og líknandi. Samstundis fekk hann sær ein minni tallerk, tí soleiðis kundi hann framvegis halda fram við at eta ein heilan tallerk av mati til hvørja máltíð. 

 

Í sínari roynd at sleppa av við eyka kiloini hevur Rúni verið virkin á Facebook, og hevur soleiðis havt eina eyka drívmegi at halda fram. 

 

Nú hann hevur mist sløk 40 kilo í ár eru tey mong, sum skriva til hansara um hvussu hann hevur borið seg at. 

 

- Tað skal nógv til. Tú noyðist at broytst kostin, at ganga meira, og tað skal ein øgiligur vilji til. Og tað nyttar ikki at snýta, og lata vera við at ganga, ella okkurt líknandi, sigur Rúni Thomsen. 

 

Tá Rúni verður spurdur um hann hevur nakað gott ráð til onnur, sum vilja sleppa av við kiloini, ivast hann. Hann staðfestir tó, at tað er tíverri eingin annar, sum kann hjálpa einum til eitt sunnari lív. 

 

Tann 4. januar vigaði Rúni 157.5 kilo. Tann 4. juli vigaði hann 119.3 kilo. Síðani hann byrjaði hevur hann gingið 530 km tilsamans, harav 150 km vóru gingnir í juni.  

 

Hansara mál er at koma niðurum tey hundrað kiloini.