Segði onkur olja, so slapst illa undan eisini at siga Wilhelm Petersen.
Soleiðis var lagið heilt frá 1998, tá Atlantic Petroleum legði til brots at fáa lut í væntaða føroyska oljuævintýrinum, til november 2009, tá felagið brádliga boðaði keypsskálunum frá, at Wilhelm Petersen var farin frá sum stjóri. 11 ár í stjórasessinum í fyrsta føroyska oljufelagnum vóru at enda komin, og tann 48 ára gamli vestmenningurin kundi taka seg aftur, kaga upp í himmalin eina løtu og spyrja, hvat nú skuldi henda.
Hann sat ikki leingi og skimaðist upp í ský, tí bara fáar vikur seinni vóru boð eftir honum at fáa eina nýggja fyritøku á føtur. Thorshavns Mælkeforsyning & Margarinefabrik við Høgna Jensen á odda var í ferð við at gera nýtt føroyskt bryggjarí í gamla eggvirkinum hjá Annfinni Brekkstein á Velbastað. Nýggj útgerð var keypt frá afturlatnum bryggjaríi í Danmark at seta í bygningin, og nú skuldi kapitalbygnaðurin fáast upp á pláss.
Hesa uppgávu vildu stigtakararnir hava Wilhelm Petersen at loysa. Royndir sum stjóri hevði hann sum vera man úr Atlantic Petroleum, og við seks árum sum kredittleiðari í Føroya Sparikassa frá 1992 til 1998 í skjáttuni hevði hann eisini skil á fíggjarmálum. Harumframt var tað ein fyrimunur, at hann var útbúgvin sivilverkfrøðingur, hevði tikið fyrsta part av HD og kundi kalla seg doktara í framleiðslutøkni.
- Eg varð uppringdur í desember í fjør. Á fyrsta fundinum skuldi eg bara ráðgeva í sambandi við kapitalbygnaðin, men síðan øll fíggingin kom upp á pláss í februar, eri eg vorðin stjóri í fyritøkuni, og nú leggja vit seinastu hond á at fáa alla útgerðina roynda. Bryggjaríið riggar, sum tað skal, og nú royna vit tappiútgerðina og skulu hava seinastu góðkenningarnar upp á pláss. Vit vóna at senda fyrstu ølirnar á marknaðin í juni, sigur Wilhelm Petersen.
Bryggjað við nærlagni
Gramlað hevur seinasta hálva árið verið um, at eitt nýtt bryggjarí skuldi fara at geva Føroya Bjór kapping á marknaðinum, men lítið ítøkiligt er komið fram um ætlanirnar. Í farnu viku brast tó fyri nev, tá bryggjaríið kunngjørdi navnið og nýggja búmerkið á egnari Facebook-síðu. "Bryggjað við nærlagni," stendur uppi yvir navninum í búmerkinum, har gjørt eisini verður vart við, at talan er um smakk og góðsku.
Hóast tað kundi tykjast tilvildarligt, at bryggjaríið á Velbastað brádliga fór at gera um seg á Facebook, so var tað tilætlað. Bryggjaríið hevði fingið høvi at vera við á einum ølfestivali í Valby, og tá samleikin, sum Sendistovan hevur gjørt, longu var liðugur, og bryggjaríið hevði fingið góðkenning at bjóða fram fyrstu smakkiroyndirnar, varð bara lagt til brots við marknaðarføringini í Valby og á Facebook.
Við almannakunngerðingini byrjar eitt nýtt kapittul í søguni hjá Thorshavns Mælkeforsyning & Margarinefabrik, sum hevur fingist mest við at framleiða mjólk, ost og margarin í Havn, og Wilhelm Petersen hevur flutt seg úr oljuni í ølframleiðslu. Aftrat sær hevur fyrrverandi oljustjórin roynt fólk úr vinnulívinum. Formaður í nevndini er Óli Hansen, fyrrverandi nevndarformaður í Faroe Seafood. Hinir nevndarlimirnir eru Tummas Hanus Dam, stjóri, Høgni Jensen, eigari, og Peter Klemensen, bryggimeistari og nýliga fráfarin stjóri í Thisted Bryghus.
Við hesi samanseting heldur Wilhelm Petersen, at nýggja bryggjaríið skuldi verið í góðum hondum. Ikki minst er tað umráðandi, heldur hann, at bryggjaríið hevur fingið serkønt fólk uttaneftir at standa fyri framleiðsluni. Aftrat bryggimeistaranum verður diplombryggjarin, Bjarne Olsen, knýttur at bryggjarínum, og báðir fáa teir ovmikið at gera.
- Vit ætla at framleiða øll sløg av øli, pilsnara, gulløl og myrkt øl. Eisini fara vit at leggja dent á at framleiða ymisk sløg av serøli, so vit røkka einum so breiðum skara av kundum sum gjørligt, sigur Wilhelm Petersen, sum tó ikki vil avdúka, hvussu stóran part av marknaðinum nýggja bryggjaríið ætlar sær at vinna.
Sótu við blonkum arki
Fyri fráfarna oljustjóran er tað spennandi at standa á odda fyri nýggjari fyritøku, ið ætlar sær framá. Fyrrverandi hondbóltsspælaranum úr Vestmanna dámar nevniliga væl at bróta upp úr nýggjum, eins og hann fekk til uppgávu í 1998, tá Atlantic Petroleum fór til verka. Tann uppgávan var ikki bara einføld.
- Vit sótu tá við einum blonkum arki og skuldu fylla innihald í eina heilt nýggja fyritøku. Í fyrstani høvdu vit ongi loyvir og onga ítøkiliga ætlan, men so teknaðu túsundtals fólk partapening í felagnum, og vit keyptu okkum inn í loyvir í Bretlandi, so farast kundi undir framleiðslu. Seinni varð felagið so børsskrásett í Íslandi og Danmark. Í dag framleiðir felagið 3.000 tunnur um dagin í Chestnut og Ettrick og fær 80 dollarar fyri tunnuna. Tað kennist væl at hava verið við til at sett alt hetta í gongd, sigur Wilhelm Petersen.
Oljufepurin í Føroyum var høgur, tá Atlantic Petroleum varð stovnað. Mong droymdu ljósareyðar dreymar um oljumilliardir, og onkrir politikarar lovaðu, tá boðað varð frá oljufinningi undir Føroyum í 2001, at allir føroyingur skuldu fáa ein trivaligan oljukekk í part. Seinni eru tey flestu tó komin niður á jørðina aftur, tí enn spríkir olja ikki í føroyskum øki í rakstrarverdum nøgdum.
- Eg havi allatíðina væntað, at tað kundu ganga fleiri ár, áðrenn olja varð funnin undir Føroyum í rakstrarverdum nøgdum. Tí var tað umráðandi fyri meg, at Atlantic Petroleum keypti seg inn í loyvir aðrastaðni, so felagið kundi fáa inntøkur burtur úr veruligari framleiðslu. Vit kundu kanska keypt loyvir í Noregi ella Danmark, men vit valdu Bretland, tí vit høvdu samstarv har frammanundan, sigur Wilhelm Petersen.
Støðan hjá Atlantic Petroleum var leingi góð, og eitt skifti var kursurin heilt uppi á 2400. Tá vóru glómur í eygunum á mongum partaeigarum. Nú er kursurin 160, og heldur minni verður reypað um keyp og sølu í felagnum. Fyri knøppum ári síðan, tá felagið fekk trupulleikar at gjalda stuttfreistaðu lánini aftur, løgdu fíggjarstovnarnir eisini upp í leikin. Freistirnar vórðu longdar, men meginparturin av gomlu nevndini varð skift út. Hetta var í juni. Í november fór so eisini stjórin.
Eitt sindur sum Kall
Væntandi var tó ikki, at hann fór at ganga leingi fyri onki, tí aftrat tí at hava verið stjóri í Atlantic Petroleum í 11 ár hevur Wilhelm Petersen í fleiri ár verið nevndarformaður í Framtaksgrunninum og framtaksfelagnum Notio.
Í hesum sessunum fekst hann nógv við at fáa nýggj átøk at bera ávøkst, og eitt av átøkunum var telefonfelagið Kall, sum Framtaksgrunnurin setti pening í um aldarskiftið. Wilhelm Petersen heldur, at umstøðurnar hjá Okkara nú og Kalli tá líkjast.
- Støðan hjá bryggjarínum er ein analogi til støðuna hjá Kalli um aldarskiftið. Eitt monopol er á føroyska ølmarknaðinum í løtuni, og ein nýggj fyritøka er á veg. Á telemarknaðinum var eisini monopol, og ein nýggj fyritøka bjóðaði monopolinum av, vísir hann á.
Júst hetta heldur hann vera spennandi, tí nú hendir nakað nýtt, men hvussu leingi hann verður stjóri á nýggja bryggjarínum, veit hann ikki. Í fyrsta umfari hevur hann boðað eigarunum frá, at hann verður við, til alt riggar, sum tað skal.
Og tá hann verður spurdur, um hann framvegis fylgir við, hvussu gongst á oljufeltunum langt burturi frá nýuppsettu tangunum og transportbondunum á Velbastað, svarar hann játtandi og ivast ikki í, at Atlantic Petroleum er í góðum hondum.
- Gott fólk er í Atlantic Petroleum við nógvari kompetensu innan oljuvinnu, fíggjarvinnu og altjóða handilsskap, og tað kanst tú væl notera, sigur hann og peikar blokkin.
------
Fakta um Wilhelm Petersen
Navn: Wilhelm Eyðunson Petersen
Aldur: 48
Starv: Stjóri í bryggjarínum Okkara
Útbúgving: Sivilverkfrøðingur, 1. part av HD og doktari í framleiðslutøkni
Fyrrverandi størv: Kredittleiðari í Føroya Sparikassa 1992-1998 og stjóri í Atlantic Petroleum 1998-2009.
Onnur álitisstørv: Nevndarformaður í Framtaksgrunninum 1999-2002 og framtaksfelagnum Notio 2002-2007 o.a.