- Eg vil vísa hvussu veruliga lívið á sjónum er

Norski Erik Aanderaa greiðir frá túrinum í síðstu viku, tá hann einsamallur sigldi til Føroya

 

Einki fjas, tað snýr seg bara um at sigla!

Tað er mottoið hjá norðmanninum Erik Aanderaa, sum hevur verið í Føroyum í síðstu viku. Hann kom ikki við flogfari, Norrønu ella nøkrum ferðamannaskipi, men sigldi við seglbáti sínum einsamallur úr Hetlandi. 

Sosialurin hevur fingið orðið á norska ævintýraran fyri at hoyra meira um ferðina til Føroya og hansara inspirerandi sjóhug.

##med4##

Erik Aanderaa er úr býnum Haugesund, og harfrá hevur Erik siglt nógvar ferðir til Hetlands. Sjálvur metir hann talið at vera millum 20 og 25 ferðir. Men í ár vildi hann gera álvara av at gjøgnumføra ein gamlan dreym - hann vildi sigla tvørturum Norðurhavið og til Føroya í Norðuratlantshavinum. 

Dámar best at sigla einsamallur

Erik Aanderaa trívist best, tá hann sjálvur sleppur at skipa sítt virksemi. Hann er drigin at sjálvvissuni og tí at vera sjálvbjargin uttan at skula hugsa um at taka atlit til trupulleikar hjá øðrum umborð. Men tað er ikki bara-bara at sigla einsamallur á opna havinum. Her ræður um at hava virðing fyri náttúruni.

- Tú mást ansa eftir, at báturin hevur ta neyðugu útgerðina til slíkt. Men tú mást ikki minst virða veðrið og umstøðurnar á havinum, tí um tú ikki gert tað, so kann tað ganga galið. Avbjóðingarnar við at vera einsamallur eru sjálvandi, tá okkurt verður í ólagið og ikki riggar, sum tað skal, so er eingin at hjálpa tær, sigur Erik.

##med3##

- Eg vil vísa hvussu sjólívið er

Norski ævintýrarin greiðir frá um mottoið hjá sær "No Bullshit, just sailing!":

- Tað er eitt lítið prik til øll tey, sum ikki kenna til lívið á sjónum. Tað eru so nógv fólk, sum fara siglitúrar í hugnaligum økjum sum Karibien, har alt er so vakurt og perfekt. Men soleiðis er tað jú ikki á opna havinum. Eg vil vísa ta sonnu síðuna av lívinum á sjónum og hvussu tað veruliga er at sigla á opnum havi samanborið við ta perfektu myndina, sum summi hava av sjólívinum, har mann kann svimja við delfinum og skjaldbøkum, sigur Erik Aanderaa smáflennandi.

Dokumenterar alt á video

Á sosialu miðlunum er Erik Aanderaa ein populerur maður og verður ofta kallaður “hin norski víkingurin”. Hann hevur sjálvandi eisini filmað Føroyaferðina, og hendan kemur eftir ætlan út í fleiri pørtum á hansara YouTube kanal í mai.

- Tilsamans havi eg 119 gigabyte av videotilfari, sum skal redigerast, tá eg komi heim til Haugesund. Við mær hevði eg fimm GoPro, tvær dronur og eitt speglrefleksmyndatól. So tað er nógvur filmur á fleiri ymsum myndatólum, sum skal klippast saman til ein film av mínari ferð til Føroya. Tilsamans havi eg kanska eini 2.000 ymisk videobrot, so tað tekur eina løtu at gera, sigur Erik Aanderaa.

##med2##

Fer at vísa allari familjuni Føroyar

Norski ævintýrarin hevði ein góðan túr í Føroyum, og hann er sera hugtikin av øllum tí føroyska - so hugtikin, at hann longu hevur gjørt ætlanir um at vitja Føroyar enn einaferð.

- Tað var ein heilt fantastiska góður túrur. Eg havi nú tosað við familjuna hjá mær, og eg havi gjørt av, at eg fari at taka tey øll við til Føroya komandi summar. Eg vil eisini hava, at tey skulu uppliva Føroyar, so eg havi sagt tað, at øll í familjuni skulu við, sigur hann og staðfestir:

- Har eru nógv flott støð í heiminum, men Føroyar er uttan iva tað vakrasta staðið, eg nakrantíð havi vitjað.