Eg vil verða arkitektur

– Mær hevur altíð dámt at tekna og gjørt ymiskt kreativt.

 

Tað sigur Irena Chin Niclassen úr Sørvági, sum er í starvsvenjing hjá Arkitektavirkinum Selmar Nielsen Arkitektar í Tórshavn.

 

Irena Chin er fimtan ára gomul og gongur í 9. flokki í Sørvágs skúla.

 

Irena Chin hevur fingið eina uppgávu, har hon hevur fingið atgongd til eitt tekniprogram. Uppgávan er at tekna eini hús á einum grundstykki í Sørvági.

Irena Chin heldur, at tað er sera áhugavert og heldur seg hava lært nógv.

 

Eftir bert tveir dagar á arkitektavirkinum er dreymurin hjá Irenu Chin sum arkitektur blivin meira veruligur og størri.

 

Irena Chin hevur altíð damt sera væl at teknað og gjørt ymiskt kreativt, og hon er sera dugnalig.

 

At vera arkitektur hevur altíð verið dreymaarbeiðið hjá Irenu, og hon er sera glað og takksom fyri, at tey hava tikið so væl í móti henni, og at hon valdi Arkitektavirkið.