Eg viljanum ivist í politiska

Borgarstjórin í Sumbiar kommunu sigur seg stúra fyri, at tað fara at ganga nógv ár, áðrenn fast samband verður veruleiki

Hvørjar vónir hevur tú um, at Suðuroyggin fer at fáa fast samband við meginøkið?  

- Eg velji at hava góðar vónir. Tað kostar einki. Men, so vil eg eisini vera realistiskur, og tá ivist eg stórliga í viljanum hjá teimum ráðandi.

Tað sigur Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri í Sumbiar kommunu.

Hvønn týdning fer ein undirsjóvartunnil at hava fyri Suðuroynna?  

- Tað er ilt at siga. Vit kunnu eisini spyrja, hvussu verður, um eingin tunnil kemur. Øll síggja støðuna í Suðuroynni, og øll vita, at meðan alt veksur aðrastaðni, so fáa vit ikki lut í vøkstrinum.  

Borgarstjórin velur at trúgva, at tað verður betur við føstum sambandi og fleiri møguleikum – til tey, sum búgva her og restina av Føroyum, sum tá eru samanbundnar.

Hvør verður framtíðin hjá Suðuroynni, um oyggin ikki fær fast samband við meginøkið?  

- Tað er bara at hyggja at støðuni í Suðuroy í dag, og tað verður nokk ikki betur.

Hevur tú eitt boð uppá, nær ein undirsjóvartunnil undir Suðuroyarfirði kann gerast veruleiki?  

- Eg stúri fyri, at tað fara at ganga nógv ár, áðrenn hetta ævintýrið verður til veruleika, sigur Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri í Sumbiar kommunu.