Hús og heim
Rigmor Dam
[email protected]
Tá ið dupulthurðin avdúkar damuparadísið Ikea, eru glómur í eygunum á føroysku víkingunum, ið fevna um kjerligar møðgur, snjallar systrar, trillandi barnafamiljur og leiðandi pør við synkroniseraðum reiðurbyggjarainstinkti.
Sum heimkunnigir Ikeomanar fáa tær sær ein pappírslepa, ein lítlan blýant og eitt mátiband um hálsin, fyri til endans at tveita eitt katalog til láns niður í stóra innkeypsvognin.
Hesin skandinaviski damumagneturin hevur sum fáur megnað at varðveitt ímyndina av modernaðu barnafamiljuni, ið hvørki eigur pening ella pláss í ovurmát, men sum kortini vil búgva smart og praktiskt: “Búgv sum tey ríku, men slepp undan trupulleikunum teirra”, verður sagt í nýggjastu lýsingarherferðini.
Dupultlív
30 ára gomlu tvíburasystrarnar Rúna og Halla úr Havn eiga hvør sín skipsførara úr Leirvík, og skjótt fara tær at búgva í sama grannalagi í nýggjastu útstykkingini ovast uppi í Hoyvíkini. Rúna og maðurin eiga tveir smáar synir og fluttu inn í nýggju húsini í apríl. Halla og sjeikurin, ið eiga ein lítlan son, verða gift inn í nýggju húsini 9. desember í ár.
Tvíburðasystrarnar og besta vinkonan Heidi í Homrum eru farnar við Norrønu til Bergens, og ongin ivi er um, at lívið verður ikki nógv betur, enn tá ið tær sita í Viking-club og studera, ynskja og kjakast um Ikea-katalogið, saman við eini tjúgu øðrum føroyskum Ikeavinum.
Um hátalararnir umborð hava tær báðar ferðageitirnar Bjørghild og Karina rópt inn til kunnandi fund. Meðan tær greiða frá um bingjufrakt, prísir og at fólk kunnu bíleggja ein Ikeaassistent, tømist sporttaskan við katalogum, saman við stakkinum av kortum yvir Bergen bý og økið har um leiðir.
Vinkonulandið
Halla skal hava nærum alt til nýggju húsini, og tað er ein sjálvfylgja, at Ikea fær tann heiðurin. Systurin Rúna skal ikki hava so nógv, tí hon var ein annan Ikeatúr í Danmark fyrr í ár, tá ið tey fluttu inn í nýggju húsini.
- Eg skal hava eitt stórt PAX-skáp til dress-clossettið, letur í Hallu.
Spurd hvat Pax-skáp er, greiðir hon frá, at tað er eitt slag av klædnaskápum, sum kunnu setast saman í óendaliga nógvar kombinatiónir, og alt, sum hoyrir til, fæst í Ikea.
- Eg skal eisini hava sofur, gardinur og sengur – og hesa hjúnasongina til okkara, sigur hon og peikar á eina song, sum eitur Malm.
- Hon er modernað og bílig.. roynir hon at greiða frá, men verður avbrotin av vinkonuni Heidi, sum við einum skálkabrosi skoytir uppí, at hon eisini hevur góðar fjarðar – og allar bresta útúr og flenna.
- Hatta mást tú ikki skriva, siga tær.
So tað geri eg sjálvandi ikki.
Kjøtbullaprátið
Longu tá ið handilin letur upp leygarmorgunin, stendur ein skari av shoppingassistentum klárur at taka ímóti og at vegleiða føroyingunum. Halla hevur eina avtalu við sín assistent klokkan 11. Tær hittast í køksdeildini og eru hareftir saman í fleiri tímar.
- Í Ikea fæst alt og prísurin ger, at tað ber til at skifta út, um tú verður troytt av tingunum. Og hóast tað er bíligt, so sær tað ikki bíligt út, sigur Heidi, tá vit eru farin inn í matstovuna at eta obligatorisku svensku kjøtbullarnir, sum fáast í Ikea um allan heimin. Og Halla heldur fram:
- Ikea er bíligt, úrvalið er stórt, tað er modernað og smart, og leveringstíðin er stutt. Men hvat sigur maðurin til, at hon keypir inn til hús teirra einsamøll?
- Av tí, at hann er sjómaður, er hann bara glaður um, at eg innrætti heimið.
Barnahimmalin
Skandinaviski hugburðurin um, at barndómurin hevur eitt virði í sjálvum sær, og at børnini hava rætt til pláss og at verða hoyrd og sædd, gongur aftur í øllum Ikea-konseptinum. Alt er innrættað so pláss er fyri børnunum hjá vaksnu kundunum. Har er barnamatskrá í matstovuni, barnainnkeypsvognar til bæði stór og smærri børn, barnaansing við starvsfólki, barnavesikummur og barnavask inni í vesinum, og so er øll barnaframsýningin lagað til, at børnini kunnu spæla, hoppa og klintra í henni. Hetta er givið nakað, ið talar til foreldrini og sæst aftur á botnlinjuni hjá hesi heimsins best umtóktu handilsketu við innbúgvi.
Ynskidreymar
Og Rúna greiðir frá, at fyri hana hevur tað eisini stóran týdning, at tað er familjuvinarligt.
- Her fæst so nógv til barnakamarið, fittir stólar, sengur og alt møguligt, sum ikki fæst í Føroyum, sigur hon og leggur hendurnar róliga í fangið, meðan hon leggur høvdið á skák og hyggur upp í loft.
- Men eg ynski mær altso ein reyðan leður-puff!
Men tá vit nærkast økinum, har allar herligheitirnar skulu rindast, boðar hon brosandi frá, at hon í staðin hevur valt sær ein puff við flekkutum kálvskinni og hjólum undir.
Visa-marran
Í longu bíðirøðini standa fólk við vindskum innkeypsvognum, fullfermdum av brúnum kassum og plastiklutum, sum skulu baksast út til og í bilarnar á Bergenváta og pinnpakkaða parkeringsplássinum.
Einu løtuna er allur Ikea-túrurin um at fara í vaskið, tí Visa-kortini hjá føroyingunum verða avvíst í slitnu terminalunum. Við hjartabankan og hitastigningum verður roynt aftur: AVVIST.
- Vit hava akkurát verið uppi og bílagt ein køk og eina gardarobu fyri hálvtrýss túsund krónur..., letur í onkrum, sum er um at gráta, meðan terminalurin blunkar: Dra kortet igennem. Avvist. Forsøk igen. Og kassadaman ringir til onkran.
Fólkini kroysta vognarnar upp í reyvarnar á hvørjum øðrum, spyrja, ilskast og okkurt barn grætur á norskum.
- I må gå om i en annen rad, for dette kommer til at tage lang tid, sigur kassadaman við fólkini og stongir kassan. Vit síggja aðrar føroyingar, sum blokera aðrar kassar. Tey skelva og sveitta og kassadamurnar ringja til stjóran.. Føroya Banki..Elektron.. ringja til PBS, dekningur..tax-free.. eru um at missa móti.
Til endans vísir tað seg, at tú einans kanst rinda fyri tjúgu túsund krónur um samdøgri við Visa, og tí verður ein loysn funnin, so tey kunnu flyta peningin yvir heimagreiðsluna mánamorgunin, tá tey koma heim til Føroyar aftur.
Men tað, sum ongin veit tá er, at bæði mánadag, týsdag og mikudag bíðar ferðalagið á Hotel Thon í Bergen, tí Norrøna ikki sleppur útfrá í Hanstholm vegna veður.
Og við eitt verður tað, sum skuldi vera eitt miðvíst innkeypssamdøgur til Ikea, umskapað til fýra ótolin, men flennandi samdøgur í góðum vinalagi. Men tað er ein heilt onnur søga.