Egil bjargaði steypasøguni hjá EB/Streymi

Tað er framvegis lív í EB/Streymi. Eftir 120 minuttir av málleysum fótbólti í Gundadali vann EB/Streymur seg víðari til hálvfinaluna eftir brotssparkskapping. 39 ára gamli Egil á Bø gjørdist dagsins maður við einum framúr avriki í verjuni

Hvørja ferð favorittarnar úr HB komu í álop, so stóð verj­an fyri. Sjónligastur var 39 ára gamli Egil á Bø. Hann hevur ikki vant nógv í ár, men játtaði at spæla í fjórð­ings­finaluni móti HB.
EB/Streymur hevur síðani 2007 verið í steypafinaluni, men undan dystinum í gjár spáddu fleiri, at tíðin við EB/Streymi í oddinum í før­oysk­um fótbólti er fyribils komin til ein enda. Tað skuldi blíva staðfest við einum greiðum tapi fyri HB, sum hevur lagt seg á odda í landskappingini. Hóast HB hevði bóltin mest, so vóru Egil á Bø og hinir á EB/Streyma liðnum ikki sinn­aðir at lata spádómarnar ganga út.

Eg eri ikki byrjaður aftur
Tað sigur Egil á Bø. Hann er eins og allir hinir á liðnum hjá EB/Streymi fegin eftir dystin í Gundadali. Í 120 min­uttir gekk hann á odda í verjupartinum hjá EB/Streymi. Hann tók eingi óráð fyri og ruddaði bóltin vekk, tá vandi var á ferð. Fleiri ferðir royndi HB at spæla seg upp gjøgn­um sína vinstru síðu. Gert Hansen hevði úr at gera á høgra bakki hjá gestunum, men hvørja ferð Gert ikki fekk fatur á bóltinum sjálv­ur, so kom Egil honum til hjáplar. Hann stútaði, skump­aði og sparkaði so HB ikki slapp fram til málið. Ein verju­skansi, sum hevur mangl­að á liðnum hjá EB/Streymi.
Verjan hjá EB/Streymi hev­ur verið mett sum veika lið­ið á liðnum, men sunnu­dag­in vóru Egil á Bø og Marni Djurhuus saman við Rógva Egilstoft Nielsen, Gert Hansen og Rene Tórgarð trygg­ir í aftastu rekkju, með­an Pætur Dam Jacobsen og Arnar Dam arbeittu hart á mið­vøll­inum.
Tað kom fram fyrr á deg­num, at Egil á Bø hevði funn­ið sær gaggurnar fram aftur.
– Eg havi játtað at spæla hendan dystin, men eg eri ikki byjaður aftur, sigur Egil á Bø.
Spurdur um hvørjari venjing hann er, svara hann skemtiliga.
– Eg vandi við fríggja­dagin.
Lættin er at fáa eyga á. Egil hevur gjørt eitt lítið »come­back« í føroyskum fótbólti undir torførum umstøðum, og hann gjørdi sær alt annað enn fyri skommum.
– Eg havi spælt tveir dyst­ir við 3. deild og ein við 1. deild. Eg havi eisini runnið mær nakrar túrar, leggur Egil afturat.
Hann verður ikki fastur partur av verjuni hjá EB/Streymi hetta kappingaárið, men tað er ikki óhugsandi at hann tekur onkrar dystir.
– Tað kann gott verða, at eg spæli onkran dyst afturat, sigur Egil.
At fyrsti dysturin, um­framt at vera móti HB í Gunda­dali, eisini vardi í 120 min­uttir, tekur hart upp á beinini á einum 39 ára goml­um mannin.
– Seinast eg spældi vi 3.deild, tað var ein leygardag, tá kom eg ikki fyri meg fyrr enn mikudag, sigur Egil við einum smíli.
So er spurningurin nær Egil verður til fólk aftur, eftir framúr avrikið í Gundadali?
Eitt er vist, Egil hevur fram­vegis nakað at geva før­oyskum fótbólti.

120 málleysir minuttir
Hóast einki mál kom í 120 minuttir, so var talan ikki um nakran vánaligan fót­bólts­dyst. HB var leikliga omaná og mundi hava fleiri skot á mál, meðan EB/Streymur við sínum skjóta spælið í um­still­ingini eisini kom til góðar møgu­leikar.
Størsta møguleikan í dyst­inum fekk Gunnar Zachariasen, tá rangstøðu­fell­an hjá HB miseydnaðist. Hann gjørdist púra leysur móti Hans Jørgensen í mál­inum hjá HB, men Hans kom út í móti og fekk vart fyri royndini.
Fyri HB hevði Heini Vatns­dal ein stútara á tvørstongina, meðan Kristian R. Mouritsen og Fróði Benjaminsen vóru mill­um teirra, ið høvdu royndir móti málinum hjá Rene Tórgarð.
Dysturin var ferðmikil í so máta, at liðini gjørdu skjót av í álopspartinum, tá tey høvdu møguleika fyri tí.
Hetta gav fleiri spentar støður, har verjan og álopini runnu kapp um bóltin. Tó vann verjan í flestu førum hesar tvídystirnar. Báðar verjurnar spældu væl og tað gjørdu málverjarnir eisini.
Eg orkaði ikki at skjóta
Egil á Bø er royndasti mað­urin á liðnum hjá EB/Streymi, men hevði als ikki hug at skjóta í brots­sparks­kapp­ingini.
– Eg var nummar ellivu á listanum. Eg vildi ikki skjóta, tí eg orkaði ikki, sigur Egil og hyggur upp á Rene Tórgarð, sum nikkar.
– Rene stóð sum nummar tíggju á listanum. So eg hevði ikki hug at skjóta, staðfestur Egil.
Tað var heldur ikki neyð­ugt, tí teir, ið skutu, vóru allir tryggir úr ellivu metrum.
Sum altíð er við eini brots­sparkskapping, so má onkur brenna fyri at annað liðið skal vinna. Hesa ferð fall tað Tróndi Jensen í lut. Brots­spark­ið hjá innskifta HB mið­vallaranum brast á tvør­stongina, og so kundi somu­leiðis innskifti Niels Pauli Danielsen avgera alt við fimta og avgerandi brots­spark­inum.
Tá hugsað verður um steypa­søguna frá 2007, so mundu tey flestu nokk skilja, at nú gjørdi EB/Streymur tað aftur. Teir hava enn eina ferð havt hegni til at vinna ein avgerandi steypadyst. Spurning­urin er so um Egil á Bø verður við, tá EB/Streymur spælir hálvfinalu. Hann hevur ikki tapt ein dyst í steypakappingini í fleiri ár. Hann var ikki við tá EB/Streymur tapti finaluna í 2009 og í 2011. Tað er vert at hugsa um, nú EB/Streymur hevur útsett niðurtúrin í før­oyskum fótbólti.