Egil og teir á sniðgøtuni út í Europa

39 ára gamli miðverjin, Egil á Bø, hevði bara vant eina ferð, áðrenn hann tók uppgávuna á seg at vera við í avbjóðingini, sum teir í EB/Streymi so ógvuliga fegnir vildu vinna, og tað eydnaðist

Tað var dramatikkur fyri allar pengarnar, tá ið EB/Streym­ur í Gundadali í gjár – eftir longda leiktíð og brots­sparkskapping – slerdi rimm­ar fast, at nú eru tað teir í Sundalagnum og ikki teir í HB, sum eru steypaliðið yvir øllum hinum.
– Tað hevur ikki gingið eftir vild í fyrstu umførunum í landskappingini, og tí varð tað uppaftur meiri týdn­ingar­mikið fyri okkum at vinna okkum víðari í steypa­kappingini, sigur Egil á Bø. Fyri einum góðum mánað síðani fylti hann 39 ár. At hann fyri stuttum er vorðin pápi eina ferð aftrat var ein av orsøkunum til, at hann ikki ætlaði sær at spæla í fremstu røð í ár.
– Eg havi spælt tvær ferðir í 3. deild, og næst­síðsta leygardag var eg á 1. deildar­liðnum ímóti FC Suðuroy. So faktiskt havi eg bara vant eina ferð, áðrenn vit nú fóru í Gundadal, greiðir Egil á Bø frá.
HB hevði bóltin meiri enn gestirnir, sum tó vóru vanda­miklir í einstakum førum og í 2. hálvleiki høvdu risa møguleika, sum Gunnar Zachariasen misnýtti, tá ið Hans Jørgensen í HB málinum vardi meistarliga væl.
– Kortini haldi eg, at vit høvdu hampuligt tak á verju­partinum. Andrew av Fløtum er góður bóltspælari, og bæði Símun Samuelsen og Christian R. Mouritsen eru vandamiklir í síðunum, og Kristin R. Mouritsen stríðist ómetaliga nógv og spælir væl. Hóast tað vóru onkrar vandamiklar støður, so var tað ongantíð soleiðis, at vit ikki høvdu tak á tí, sigur Egil á Bø, sum rósar Marna Djurhuuus í miðverjuni og verjukendu miðvallarunum Pæturi Dam Jacobsen og ikki minni Arnari Dam fyri gott avrik.
– Tað tykist sum um, at Arnar er orduliga komin til sín rætt á hasum plássinum, og eisini var tað hugaligt at síggja Rógva Egilstoft Nielsen standa seg so væl á vong­verjanum í vinstru, heldur Egil á Bø.
Og hvørjir vil tú helst spæla ímóti í hálvfinaluni?
– Tað er líka mikið. Onkur heldur ivaleyst, at NSÍ hevði verið lættasta lutakastið, men tað eru bara tvær vikur síðani, at teir við Løkin smurdu okkum av 2-0. Men hetta er spennandi.
Eftir tvær ferðir trý korter og tvær ferðir eitt korter var støðan framvegis mál­leysur javnleikur. Í brots­sparks­kappingini gekk tað sum eftir ánni hjá skjútt­unum. Innskifti Tróndur Jensen hjá HB kiksaði fjórða sparkið, tá ið hann sendi bóltin í tvørtræið, og so stað­festi innskifti Niels Pauli Danielsen møguleikan fyri, at steypa­traditiónirnar hjá EB/Streymi í hesi øld­ini eisini vera eisini fara at bera ígjøgnum 2013, og at EB/Streymur harvið fram­vegis hevur møguleika at kvalifisera seg til al­tjóða fótbólt, um tað ikki fer at roynast so væl í lands­kapp­ingini.
Oddbjørn Joensen og hansara menn í HB kunnu staðfesta, at teir framvegis eru ósigraðir í opnum spæli, og at tað nú snýr seg um landskappingina og bara hana.

Sannførandi víkingar
Finnur Justinussen var trí­faldur málskjútti, tá ið steypa­vinnararnir í Víkingi við 4-1 sigri á FC Suðuroy. Miðvallarin André Olsen setti hol á, og Palli Augustinussen mink­aði um munin til 2-1 fyri FC Suðuroy.
Uppgerðin var undir­strik­ing av, at tað er stórur munur á teimum, sum stríðast í topp­inum á næst­bestu deild­ini og teimum, sum stríðast fyri at vinna heiðurs­merkir í bestu deildini.