Óegnaður fiskimálaráðharri in spe

Felagið Nótaskip við Atla Hansen reiðara (og vælevni sambandsfloksins til løgtingið) hevur eina ? um sjálvan formannin sera avdúkandi ? vælgrein í bløðunum um vikuskiftið.

Eg havi ikki áður sæð eitt áhugafelag fyri skipabólkarnar skriva valgreinar! Kanska kemur Felagið Trolskip við eini grein til fyrimunar fyri Fólkaflokkin, Felagið Línuskip fyri Javnaðarflokkin etc.
Valgreinin hjá Felagnum Nótaskip er ætlað at niðurgera sitandi landsstýrismannin í fiskivinnumálum ? neyðugt verður við fiskimálaráðharra úr øðrum flokki eftir valið verður sagt.
Og tað er vælkennt millum manna, at formaðurin Atli Hansen ætlar sær sjálvum landsstýrissessin. Atli Hansen er soleiðis fiskimálaráðharri in spe (samb. Gyldendal: en som håber at blive?).
Men er tað nakað løgtingsevni, ið ikki er egnað til hetta týdningarmikla starvið, so er tað júst Atli Hansen. Bert hetta, at brúka Felagið Nótaskip í egnum valdysti, sigur jú sítt.
Øll, ið lesa, tað hann hevur sett á prent bæði nú og áður, síggja eisini greidliga, at maðurin ikki verður førur fyri at fyrisita fólksins ogn á ein heildarvinarligan og óvildugan hátt, men at hann tvørturímóti fer at lata teil egnan fyrimun og egnan skipabólk fiskikvotur, ið hesin skipabólkurin hvørki hevur uppiborið, eigur rættindi til ella megnar at fiska.

Eiga øll nótaskipini allan svartkjaftin?
Sjónarmið Atla er hetta einoygda og snævurskygda, at hansara egna og hini sjey nótaskipini burturav eiga allan svartkjaftin, alla sildina, alla lodnuna og allan makrelin ? basta!
Tað merkir í hansara hugaheimi, at hvørt kilo av uppisjóvarfiski, ið ein komandi landsstýrismaður letur øðrum skipabólkum, t.d. flaka-trolarum og rækjutrolarum at keypa kvotur fyri frá russum og norðmonnum, tað verður tikið beinleiðis frá honum sjálvum, frá hansara og øðrum nótabátum.
Tað merkir eisini fyri honum, at hvørt einasta kilo av svartkjafti, sum ídnaðarskipini ella Næraberg og/ella møguligir aðrir føroyskir (ella útlendskir?) svartkjaftatrolarar fiska, verður tikið frá honum sjálvum!
Á sama hátt viðvíkjandi sildini, lodnuni og makrelinum.
Hansara tankagongd er soleiðis heilt burturvið og verður beinleiðis samfelagsskaðilig, um hann gerst komandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum ella fær nakrað beinleiðis ávirkan á ein komandi fiskivinnupolitikk!

Betur skil kann fáast á!
Skal kastast sitandi fiskimálaráðharranum nakað fyri, so er tað tvørturímóti hetta, at hann hevur hopað undan tí stóra trýstinum, sum felagið Nótaskip og Atli Hansen hava lagt á hann.
Hann hevur latið sær lindað, at tað árliga hava staðið millum 20.000 og 30.000 tons av føroyskum silda-, makrel- og lodnukvotum ófiskaðar, tá kvotuárini endaðu, tí nótaskipini hava fingið størri kvotur, enn tey megnaðu at fiska! Hann sá støðuna, men boygnaði tá nótaskipini mótmæltu, og tá ídnðarskip ? millum aðrar undirritaði ? bóðu um loyvi at fiska tað, ið eftir stóð!
Samfelagsliga hevur hetta kostað dýrt, og fyri teir, ið annars kundu fiska, hevur tað kennst bæði svárt og høpisleyst.
Hann hevur eisini givið seg undir trýst, og hevur tillutað nótaskipunum sild og makrel, ið av røttum áttu at verið tillutað øðrum! Hetta seinasta hevur m.a. gingið útyvir undirritaða.
Ein komandi fiskaríministari eigur við ársbyrjan ikki at útluta meira enn tveir triðingar av heildarkvotuni av uppisjóvarfiskinum til eginkvotur, so hann seinni gerst førur fyri uttan trupulleikar at lata øðrum, so øll heildarkvotan fæst til høldar.

Eiga Atli o.a. søgulig rættindi?
Víst eru nótaskip ímillum, ið eiga sjálvsøgd rættindi, tí tey hava fiskað nógvan svartkjaft í mong ár ? ikki minst Tróndur í Gøtu, Christian í Grótinum, Krúnborg (fyrst gamla og nú nýggja).
Men hvussu Atli Hansen skal eiga nøkur søgulig rættindi til svartkjaft fram um aðrar er trupult at skilja.
Bankin tók í síni tíð "Jupiter" frá Hendrik Old og gav Atla Hansen skipið at reka. Men mær vitandi drap hann ikki ein einasta svartkjaft øll árini, hann hevði hetta skipið ? ikki ein!
Og nú skal so hann, sum fyri nøkrum krákumánaðum síðani keypir eitt nakað størri skip, alt í einum eiga allan stovnin?
Og hvussu við øðrum nótaskipum, sum heldur ikki nakrantíð (ella í mannaminni) hava fiskað svartkjaft? Hví skulu teir eiga so øgiligan svartkjaft frammum onnur føroysk skip? Hvussu við Norðborg, Saksabergi og Finni Fríða t.d.?
Eg havi roynt at hugt í "Lóg um vinnuligan fiskiskap", men dugi satt at siga við mínum besta vilja ikki at síggja ein bókstav, ið bendir rættindunum á teirra borð!
Felagið Nótaskip sigur seg fara at leggja sak um fiskirættindi. Vælsignaðir geri teir tað sum skjótast, tí tá fáa vit staðfest med alla, at nótaskipini leingi hava fingið meira enn tey av røttum hava uppiborið.