Síðani ódnarnáttina í farnu viku hevur Eiðisverkið ligið stilt. Orsøkin til steðgin er, at í nógva vindinum skolaði sjógvur inn á verkið tíðliga.
Nógvi sjógvurin gjørdi, at generatorarnir steðgaðu og harvið eisini framleiðslan av streymi. Menn fóru alt fyri eitt undir at pumpa sjógvin úr bygninginum, og samstundis vórðu tiltøk sett í verk, til tess at fyribyrgja at sjógvur skolaði inn aftur á verkið.
Eftir at menn høvdu fingið eitt yvirlit yvir støðuna, vórðu allar turbinurnar og generatorarnir kannaðir.
Her gjørdist greitt, at elframleiðslan á Eiðisverkinum neyvan tikin upp aftur fyrrenn í hesi vikuni. Tey vóna, at fáa ta einu turbinuna at koyra í hesi vikuni, og hina um einar 14 dagar ella so.
Hesa tíðina verður elframleiðslan umskipað, soleiðis at meiri streymur kemur frá elverkunum á Sundi og á Strond í Klaksvík.