Eidesgaard stuðlar TAKS

- Tað er ein demokratiskur rættur hjá einum stovni at royna eina avgerð í rættinum, og nú bíði eg bara eftir, um TAKS fer víðari við málinum, sigur Jóannes Eidesgaard.

Á Rás2 í dag staðfesti Jóannes Eidesgaard, at hann stuðlar TAKS í teirra roynd at sleppa sær undan avgerðini hjá kærunevndini og Føroya Rætti um sonevnda bila-mvg’ið.
Bæði skattakærunevndin og nú eisini Føroya Rættur hava staðfest, at TAKS hevur kravt mvg av skrásetingargjaldinum av bilum inn uttan heimild. Talan er um meiri enn 100 milliónir krónur, sum TAKS ólógliga hevur kravt inn frá bilaeigarum, staðfestir Føroya Rættur.
Tað er sostatt greitt, at fíggjarmálaráðharrin einki ætlar sær at gera við TAKS, sum letur hánt um avgerðirnar, sum skattakærunevndin og nú eisini Føroya Rættur hava tikið.
Jóannes Eidesgaard vísti á Rás2 á, at eingin hevur goldið meiri fyri sín bil enn ætlanin var. Trupulleikin er bert, at tað er ikki hetta, málið snýr seg um. Málið snýr seg heilt einfalt um, at TAKS hevur kravt peningin inn í heimildarloysi, og spurninguri er tí, um ein landsstýrismaður kann góðtaka, at ein stovnur undir honum ikki virðir eina rættaravgerð.
Eftir øllum at døma góðtekur Jóannes Eidesgaard framferðarháttin hjá TAKS, tí nú bíðar hann eftir, um TAKS skjýtur málið inn fyri Eystara Landsrætt.