So mundi Eifiltornið farið um koll.
Mentafólkið í Fraklandi misti tamarhaldið á sær sjálvum, tá tað gjørdist greitt, at teirra tjóð fyri fyrstu ferð nakrantíð var heimsins best í fótbólti.
Fraklandingar, sum sjálvir settu gongd á HM-kappingarnar í 1930, hava havt ilt av, at teir ongantíð hava vunnið kappingina, men tað nýtist teimum ikki longur.
HM-finalan gjørdist ein staðfesting av, at fraklendingar hava eitt framúr landslið. Eitt landslið, sum eisini hevur sjálvsálitið og myndugleikan til at vinna HM. Nakað sum Platini og teir ongantíð megnaðu í 80?unum, hóast teir høvdu eitt minst líka so gott landsliðið.
Bóltkunstnarin Zidane nýtti bera skallan hjá sær til at tryggja Fraklandi HM-heitið, og skuldi tað verða nakar spælari, sum skuldi skara framúr ein slíkan dag, so skuldi tað verða hann. Zidane er eitt teknisk geni og ein bóltspælari uttan sín líka. Uppiborið at tað eru slíkir spælarar, sum gera munin, tá tað kemur til skarpskeringer.
Fronsku álopsspælararnir vístu, at teir heilt einfalt ikki duga at gera mál, og teirra avrik var so vánaligt, at høvdu teir sett ein tilvildarligan føroyskan 3. deildarspælara á liðið, hevði hann gjørt hattrick...
Brasiliumenn, sun vanliga leggja heimin fyri sínar føtur, tá teir spæla sín eyðkenda sambafótbólt, vóru at sammesta við statistar í eini HM-finalu, har les blues vístu hvat teir duga til.
Snarsinti brasilianski venjarin Zagallo, sum var dómari, venjari og bóltdrongur alt í senn, sum hann stóð har á síðulinjuni, tók tapið fattur, og viðgekk, at Frakland var betra liðið. Tað vóru teir eisini, sjálvt tá teir spældu 10 móti 11, eftir at risin Desailly fekk reytt kort, og øktu upp í 3-0 við málið av Petit, sum hevur verið millum bestu miðvallarspælararnar í kappingini yvirhøvur.
Franskur finalusigur og so fór alt Frakland í luftina, tá teir skuldu hátíðarhalda HM-sigurin. Eifiltornið varð umringað og nærum blást um koll, og sjálvt um ein fronsk kvinna var heilt út at koyra, kundi tað ikki oyðileggja stóra dagin heilt.
Fraklendingar hava sjálvir skipað fyri HM-kappingini, og seinast teir vóru vertir, var í 1984, tá EM-endaspælið varð spælt, og tá endaði tað eisini við fullkomnum sigri og gulli til Frakland.
HM hevur verið ein fragd at fylgt hesaferð. Danir settu enn einaferð norðmenn uppá pláss, málini skolaðu inn í nógvum dystum, detaljurnar vóru nógvar, og superslow-myndirnar góðu okkum sjónvarshyggjarum nakað sum áskoðararnir á teimum fronsku vøllunum ikki fingu.
Eitt gott HM og tillukku Frakland!