– Mín dreymur er, at havnarlagið verður partur av miðbýnum í Havn, og at fólk kunnu búgva har.
Tað sigur Gunnar Hoydal, sum var býararkitektur í Havn frá 1972-1997.
Hann viðgongur, at hann sjálvur var við í bólki fyri umleið 20 árum síðani, sum kom við somu ætlan, sum Tórshavnar Kommuna nú ætlar at gera við at byggja út havnarøkið framman fyri Skansan út, so tað til samans verður meira enn tvífaldað. Men hann sigur, at tey eisini høvdu onnur hugskot, sum áttu at verið kanna nærri.
Hann hevur soleiðis broytt hugsan síðani tá.
– Ja tað havi eg gjørt, og tað haldi eg, at man eigur at gera, tá man fær nakað betri at vita, sigur hann.
Gunnar Hoydal heldur, at Tórshavnar kommuna nú átti at kanna aðrar møguleikar, enn at byggja beint framman fyri Skansan. Hann heldur, at kommunan átti at tikið størri atlit til Skansan, sum er eitt einastandandi og sera virðismikið fornminni.
Hann nevnir, at góðshavn kundi verið gjørd á Sundi, á Oyrareingjum í Kollafirði, ella á Glyvursnesi.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Gunnar Hoydal.
TRÝST HER fyri at síggja Skansan úr erva.