Eiga at leggja oljuhavn í Suðuroy

Sambandsfólk í Suðuroynni vilja hava flokkin at taka politiska støðu til, hvar oljuhavn í Føroyum skal vera

Á fundinum hjá sambandsflokkinum í Suðuroynni, vildi Alfred Olsen, løgtingsmaður hava at vita frá fundarfólkinum, hvønn týdning tey hildu, at tað hevði fyri Suðuroynna at ein oljuútgerðarhavn verður í Suðuroynni.

Alfred Olsen er limur í vinunevndini, sum nú fer at vigera uppskotið um útbjóðingarumfarið.

Og tað fekk hann eisini at vita frá fólki.

Hann fekk at vita, at oljuvinnan fór at verða spurningurin um lív ella deyð fyri Suðuroynna.

Eitt nú segði Dia Poulsen, at oljuvinnan fór ikki bara at bjarga Suðuroynni, hon fór eisini at bjarga Sandoynni. Fyrr var heilt vanligt, at sandoyingar komu til Suðuroyar at arbeiða, tí tað er so stutt ímillum. Og verður oljuvinnan løgd í Suðuroynni, fer sama mynstur at taka seg uppaftur, segði verkfrøðingurin úr Vági.

Hann helt, at tað var neyðugt, at politisk avgerð varð tikin um, hvar oljuhavnin skuldi vera, tí annars koma vit onga leið.

Kaj Meyer helt, at kemur oluvinnan ikki í Suðuroynni, er óneyðugt at tosa um nakað annað, tí fiskiflotin er á veg av oynni, hagar kapitalurin er.

Eisini Sofus Strøm helt, at tað var neyðugt at sambandsflokkurin markeraði seg til frama fyri Suðuroy í oljumálinum.

Suðuroyar Oljuvinnuráð hevur spurt allar flokkarnar, hvørja støðu teir hava til, ein ein oljuhavn verður løgd í Suðuroynni.

?Sambandsflokkurin hevur svarað, at politisk avgerð eigur ikki at vera tikin um, hvar oljuhavnin skal vera, sigur Alfred Olsen.

? Tað skal vinnan sjálv finna útav. Men velur vinnan at reka sítt virksemi útfrá Suðuroynni, skal hon fáa fullan stuðul til tað frá sambandsflokkinum, segði løgtingsmaðurin.