Eiga at skifta ferðmátararnar í Airbus

Evropeiska flogverksmiðjan Airbus mælir nú øllum flogfeløgum, sum brúka Airbus-flogfør á sínum longu rutum, til at seta aðrar ferðmátarnar í flogførini Áheitanin er ein avleiðing av vanlukkuni tann 1. juli, tá eitt Airbus-flogfar hjá Air France datt niður í Atlantshavið á veg úr Brasil til Fraklands.

Hóast teir svørtu kassarnir í flogfarinum ikki eru funnir, kennir franska vanlukkunevndin seg rættiliga vísa í, at vanlukkan stóðst millum annað av einum breki við ferðmátarunum í flogfarinum.

Áheitanin frá fronsku verksmiðjuni umfatar tey umleið 200 flogførini av sløgunum A330 og A340, sum fleiri feløg brúka á sínum longu rutum.