Eiga at strika herskylduna

Flestu danir halda, at Danmark eigur at strika herskylduna. Tað sæst í einari Gallup-kanning, sum vísir, at 61 prosent av teimum spurdu taka undir við at strika herskylduna, og at Danmark skal hava eina professionella verju við sjálvbodnum hermonnum ístaðin fyri.

Sambært Berlingske Tidende vísir kanningin, at eftir fáum árum hava nógvir danir broytt meining um herskylduna. Úrslitið hóvar sosialdemokratunum væl, skrivar Ritzau og vísir á, at teir eru fyri at taka herskylduna av.

Danski verjumálaráðharrin, Gitte Lillelund Bech, er ímóti at seta herskylduna úr gildi, men vísir á, at teir politisku flokkarnir hava gjørt av at endurskoða herskylduna næsta ár.

Herskyldan er grundfest í grundlógini.