Vaktar & Bjargingartænastan má enn bíða í tolni til teir fáa eitt nýtt vaktarskip.
Tað eru longu tvey ár liðin síðani Nólsoyar Páll kom til landið og skuldi avloysa Ólav Halga sum vaktarskip. Sum øllum kunnugt gjørdist Nólsoyar Páll als ikki nøkur loysn, men ístaðin eitt havt um beinið. Aðrar fyribilsloysnir hava síðani verið funnar, og henda støðan sær út til at halda áfram, sjálvt nú aftaná at Landsstýrið fekk endurgjaldið av keypsprísinum uppá 6,5 mió. kr.
? Vit royna sum frægast at klára okkum við teimum skipum, sum vit fáa at arbeiða við, sigur Martin Kruse, fulltrúi á Vaktar & Bjargingartænastuni. Hann virkar sum leiðari, meðan Elmar Højgaard er uttanlands.
? Tjaldirið er álitið hjá okkum. Síðani hava vit Nim. Hann er ikki bygdur til hesar uppgávurnar og tískil heldur ikki tann best egnaði at nýta sum vaktarskip. Hvat Spógvin kann gera, er hinvegin sera avmarkað.
? Tað eru sjálvandi ymiskar meiningar, um vit klára at loysa uppgávurnar, sum okkum er álagt við teimum skipum, vit hava í dag. Tað eru fólk, sum meina, at tað ikki ber til at gera arbeiðið nøktandi bara við teimum skipum, vit hava. Sjálvir gera vit hinvegin alt vit kunnu fyri at røkja okkara skyldir.
Martin vísir á, at tá ið tað ræður um fiskiveiðueftirlit, so er mest brúk fyri skipum, sum kunna sigla runt í sjóøkinum runt Føroyar. Hetta klárar Nim eisini. Bjargingartiløk hava teir tíbetur ikki havt so nógv av. Men tá ið okkurt hevur verið, sum til dømis, tá ið Sjóborgin fórst, so hjálptu, sum vanligt er í Føroyum, nógv onnur skip og bátar við í leitingini.
? Men tað sigur seg sjálvt, tá ið vit hugsa um uppgávurnar hjá vaktarskipunum, at vit betri høvdu røkt okkara skyldur, um vit høvdu tvey rættilig skip, sum eru gjørd til endamálið og ikki bara fáa lappaloysnir.
Men Marin og hinir, sum arbeiða á Vaktar & Bjargingartænastuni mugu brynja seg við toli eina tíð enn. Útbjóðingararbeiðið til at gera nýtt vaktarskip skal vera klárt um sjey vikur. Síðani skal støða takast til tilboðini, sum koma inn, áðrenn farið verður í gongd við at byggja skipið. So tað kann gott ganga lang tíð - kanska minst tvey ár afturat teimum báðum, sum ongu eru gingin, áðrenn Vaktar & Bjargingartænastan fær nakað nýtt vaktarskip at nýta.
? Bara at koyra við lappaloysnum ber heldur ikki til. Ein betri og meir varandi loysn átti at verið funnin, nú vit bíða eftir nýggjum vaktarskipi. Vit eiga at fáa eina varandi fyribilsloysn, tí tað verður so leingi at bíða eftir eini endaligari loysn.
? Vit á Vaktar & Bjargingartænastuni fáa ikki gjørt so ógvuliga nógv sjálvi. Sjálvandi tosa vit við Fiskimálastýrið um at finna loysnir, men avgerðirnar verða tiknar í Landsstýrinum.