Samfelagið er karmurin um lívið hjá okkum menniskjum. Tað avger hvørji livikor eitt menniskja hevur og skal hava, fyri alla tíð. Eisini livikor hjá kvinnum og børnum. Tað er nevniliga upp til samfelagið, um tað velur, at nýta pening uppá at menna og styrkja kvinnur via arbeiði o.a., ella um tað velur at nýta peningin til okkurt annað ?mandligt virksemi?, sum hermannadyrvi, atomvápn o.s.v. til destruktión av menniskjum. Pengar er tað nokk av. Tað er bara ein spurningur um hvussu menniskjan velur at brúka pengarnar.
Men um eitt menniskja skal yvurvinna samfelags reglarnar, hevur tað ofta nógvar pengar, møguliga við korruptión og lógloysisbrotsverk o.s.v., og kann sostatt gera hvat tað vil. Eisini stýra landinum.
Familjan er tað lítla samfelagið, sum eksistentielt er ávirkað av tí stóra samfelagnum. Um tað stóra samfelagið útinnar líkasalu millum manna, so er familjan í vanda. Her serliga galdandi eksistensin hjá kvinnum.
Men í eini familju, t.v.s. í tí lítla samfelagnum, burdi menniskjan fingið frið í sálina fyri betri at virka, trívast og mennast í tí stóra samfelagnum. Fyrr í Føroyum fekk fólkið frið í sálina. Tað var ein harmoni millum kvinnu og mann, har tey deildust um at taka sær av børninum, men tó við hvør sínari uppgávu. Tá var ein maður alltíð klárur at verja kvinnuna frá vanda. Og hann kláraði uppgávuna til fuldnar. Kvinnan kendi seg trygga hjá honum.
Í dag hava nógvar kvinnur ongan tryggleika í einum manni. Tað er heldur eingin harmoni millum kvinnuna og mannin. Kvinnan er sum oftast einsamøll um at halda ?menniskjans eksistens? uppi, meðan maðurin bert misbrúkar hana og livur sítt lív ?I SUS OG DUS?. Eisini kann maður lata aðrar menn sleppa framat kvinnuni og háða hana, særa hana, týna hana, ja, entá eisini at drepa hana. Hvar er maður í manni blivin av?
Møguleikar í samfelagnum
Hvørjir møgileikar eru týdningarmiklir í einum samfelag, avhongur av eksistensgrundarlagnum hjá menniskjunum. Um eksistensurin er hóttur, so eru møguleikarnir ov fáir.
Eksistensurin hjá kvinnum er óguliga hóttur um allan heimin, eisini í Føroyum. Nógvar kvinnur hava vánaligt livigrundarlag, og noyðast tí frívilligt at selja sín kropp, fyri at geva sær sjálvari og børnunum mat í munnin. Men mennirnir hava pengarnar. Eisini hava nógvar kvinnur ikki møguleika fyri, at vera sjálvbjargnar, men eru ístaðin tvungnar til at verða avhengigar av teirra monnum via samfelagsnormar, kultur og eisini fíggjarliga. Eisini sjálvt um hann ger lívið hjá henni súrt og vandamikið.
Ótrúliga nógvar kvinnur verða viðfarnar ómenniskjasligt, beinleiðis uttan virðing og respekt. Tað er sum um maður bert vil eiga og ráða yvir kvinnu. Júst sum smábørn fara við kettum.
Tað ger at nógvar kvinnur noyðast at fara frá manninum, fyri sjálvar at kunna liva og taka sær av børninum. Tí er tað týdningarmikið, at kvinnur klára seg á støði við menn, soleiðis at tær ikki bukka undur ?valdsmisnýtslu? frá monnum. Í dag er tað ikki lætt hjá kvinnum, uttan hjálp frá monnum, at klára seg á støði við menn, serliga ikki tá ið tær hava fingið børn og møguliga eisini skulu verða einsamallar við børninum. Tað er eitt stórt arbeiði hjá kvinnum, at fara frá monnum og fáa sær bústað, arbeiði, ansingarpláss og pengar yvurhøvur. Kvinnur eru ótrúliga illa fyri, eisini í Føroyum.
Pengar
Tað er ótrúligt við pengum. Eitt deytt ting, men kortini so livandi. Pengar kunnu fáa eitt menniskja til at gera tað mest ótrúliga móti hvørjum øðrum, bert fyri at fáa meira pengar. Men eisini fyri at liggja á ella fara út um lógarinnar mark, og tjena pengar har, serliga galdandi niðurbrótan av teimum minni sterku menniskjunum. Og har koma kvinnur og gentur inn í myndina.
Kvinnur og gentur, sum ikki hava pengar og arbeiðsmøguleikar á støði við menn, eru tey stóru og løttu ofrini í samfelagnum. Og entá á ólógligan hátt. Tær verða tiknar, seldar, tvungnar og fongslaðar uttan grund inn í sex/týni og porno/film verðina kombinerð við eina rúgvu av nakinkvinnumyndum, bert tí kvinna er hon kyn.
Fyrr var handilsskipan av arbeiðarum, men í dag er skipanin broytt til handil av kvinnum og gentum uttan at nakar ger nakað alvorligt við tað. Hesin handil er so útpregaður, at lívið hjá kvinnum og gentum/barnalív er í stórum vanda. Nógvar kvinnur tora heldur ikki at føða børn av bangilsi fyri at hennara børn skulu fella í deyðshendurnar hjá monnum.
Hvar eru dómstólar og mannarættindaskipanir? Hava teir ikki latið aftur fyri sansum og fornufti, men liva sum óhemmað djór ?instinktivt i ondskabens tjeneste?. ?Fy den skom? av manni ikki at gera nakað fyri at hjálpa kvinnum og gentum/børnum, sjálvt um tær so eru deyðar.
Kvinnumord sleppur maður gott frá í dag, eisini í Føroyum. Gævi djevulsins andar eta sálina upp hjá tílíkum manni líka til hann sær seg sjálvan deyðan og doyr. Eyga fyri eyga. Hetta er motto hjá kvinnu.
Hjálp
Kvinnur noyðast at fáa hjálp, soleiðis at tær klára seg, men eisini soleiðis at menn verða steðgaðir í at oyðileggja kvinnur. Kvinnur eru simpelten ikki rustaðar til at hamla upp móti øllum tær verða útsettar fyri, heldur ikki tað hinar kvinnurnar verða útsettar fyri. Tað møðir eina kvinnu í eina djúpa kenslu av magtasloysi, at hoyra, síggja og føla hvussu illa kvinnur verða viðfarnar um allan heimin. Kvinnur orka ikki, at berjast móti allari hesari óreinheit.
Tí er tað týdningarmikið, at vit í felag menna kvinnur og okkara børn, men sjálvsagt eisini menn. Tað skuldi ikki verið serliga dýrt fyri Føroyar við gott 45.000 íbúgvum at givið fólkið gott arbeiði og nógvar mennandi møguleikar. Føroyar hava svansað í pengum til alt annað enn til menniskju. Men hvar er gleðin, hon er horvin. PIST VÆK.
Ann Daneilsen
(Ann Rós)