Eiga ikki at koyra um náttina

Norsku vegamyndugleikarnir umhugsa nú at banna óroyndum bilførarum at koyra um náttina, tí hagtøl vísa, at teir eru alt ov ofta uppi í ferðsluóhappum, sum henda í náttarmyrkrinum.

Vegamyndugleikarnir siga, at fólk, sum hava havt koyrikort í minni enn hálvt annað ár, eru í nógv størri vanda fyri at enda í ferðsluóhappum um náttina enn um dagin. Hjá teimum royndu bilførarunum er munurin nógv minni.

-Vit vita, at onnur lond hava roynt hetta við góðum úrsliti. Í fyrsta umfari fara vit at kanna, hvussu royndirnar hava verið aðrastaðni, og tað er ikki óhugsandi, at vit fara at gera tað sama her, sigur ferðslustjórin hjá norsku vegamyndugleikunum, Eva Solvi, við norsku tíðindastovuna NTB.