Eigari av West Ham er deyður

Premier League: West Ham hevur í dag boðað frá, at David Gold er deyður 86 ára gamal

West Ham hevur í dag boðað frá, at David Gold er deyður 86 ára gamal. Hann er annar ein litríku formonnunum av Premier League felagnum, West Ham. David Gold átti ein fjórðing av felagnum.

 

West Ham skrivar í tíðindaskrivi, at David Gold er deyður eftir ein styttri sjúkralegu. Hann var saman við familjuni seinastu tíðina.

 

David Gold og David Sullivan hava samanlagt verið høvðuseigarar av West Ham síðani 2009. David Gold verður lýstur sum ein rættur West Ham fjeppari, sum hevur spælt við ungdómsliðunum, og síðani hevur verið ein fjeppari fram til hann í 2009 bleiv eigari.

 

David Gold og David Sullivan hava millum annað vunnið sær pengar við at selja bløð við lættkløddum kvinnum. Tað er nokk ikki ov nógv sagt, at teir eru millum litríku eigararnar í Premier League.

 

Tað var tí eitt sindur rokaligt, tá teir keyptu felagið í 2009 frá íslendsku Eggert Magnússon og Björgólfur Guðmundsson, sum vóru farnir á heysin í fríggjarkreppuni, sum rakti í 2008.

 

West Ham hevur undir leiðslu av millum annað David Gold og David Sullivan vunnið sær fast pláss í Premier League, og felagið er millum annað í evropiskum fótbólti hetta kappingarárið.

 

##med2##