Eigur nakar Orðið ?

Hugleiðingar eftir Bergtóru Hanusardóttur

á Norðurlendska Bókasavnsdegnum 2007

Kvinnan i Norðurlondum var tema á Bókasavnsdegnum, sum í ár var hildin 12. november, og sum klokkan sjey sama kvøldið byrjaði við, at Laura Joensen las brot úr Kristin Lavrandsdatter í føroyskari týðing eftir Martin Næs, um somu tíð sum fólk á 1200 øðrum bókasøvnum um øll Norðurlond lósu burtur úr somu bók á líknandi kvøldsetum sum hesari úti á Føroya Landsbókasavni.

 

Sigrid Undset, sum hetta kvøldið var høvundurin í fokus, skapti Kristin og Erlend við og fekk eisini virðisløn Nobels afturfyri, men í mínum hugaheimi hava tey hóast tað verið søguligir persónar, sum eg havi kent og havt tokka til, síðani eg var heilt ung. At eg kortini ikki sættaðist við tær seinnu bøkurnar, fyrr enn eg sjálv var vaksin og skilti, at eisini vaksnamannasøgan kundi vera sonn, tað ger ikki skaldsøgu-trilogiina verri.

 

Kvinnuligir rithøvundar hiðani av landi vóru eisini í fokus hetta kvøldið, har Malan Marnersdóttir greiddi frá teimum Fyrstu Skaldkonunum, ið livdu um somu tíð sum Sigrid Undset, meðan eg segði nøkur orð um tað at virka sum Kvinnuligur Rithøvundur í Føroyum, hóast eg var eitt sindur í døpurhuga, tí hvat visti eg í grundini um tað, fult upptikin av øðrum arbeiði, sum eg vanliga eri, og hartil, sum vera man, einsamøll um tað at skriva?

 

Fólk flest hava fleiri síður, og skuldi eg nærkast mínari tíð sum rithøvundur, so vóru fleiri umvegir á leiðini. Tað kann vera trupult at velja sær lívsleið, tá ið áhugi og møguleikar toga í ymsar ættir, men útbúgving skuldi tú hava at liva av, og so máttu dreymarnir bíða til einaferð seinni. Og rætt var, tí tá ið eg var liðug á Tannlæknaháskúlanum vóru aftur stundir til ymist eg hevði forsømt, meðan eg las – m.a. hópin av áhugaverdum bókum, eg hevði keypt, men tástaðni fekk lisið, og so tók eg eisini filosofikum og skrivaði nakrar skitsur, sum eg vónaði fóru at verða til okkurt meiri eina ferð seinni – men so fór eg kortini niður aftur á Tannlæknaháskúlan at specialisera meg.

 

Áhugaverdar bøkur komu tó framvegis, og í 1982 eisini Women of Ideas hjá Dale Spender, ein søgulig bók um 140 kvinnuligar, mest enskttalandi rithøvundar, um teirra lív og tekstir, um innlit, ástøði og um samfelagið tær livdu í, eitt verk sum byrjar við Aphru Behn í 1640, og sum síðani ígjøgnum hesar 140 rithøvundabiografiirnar skrivar politiskt ástøðiliga kvinnusøgu í eitt tíðarskeið upp á 300 ár, heilt fram til núlivandi høvundar sum Doris Lessing og Germaine Greer.

 

Hesar lagnurnar vóru sera áhugaverdar, men minni enn so altíð blíðar. Bøkurnar, tær skrivaðu, máttu gravast fram úr gloymdum køssum, teirra lagnur leitast fram úr gomlum kartotekum, og hóast tilfarið hesar kvinnur løgdu eftir seg var sera týdningarmikið og í hvørjum føri sær setti nýggj spor, so vóru bert fáar teirra kendar á okkara døgum, tíansheldur nevndar í tí skrivaðu bókmentasøguni, eitt stað har tað við bert fáum undantøkum var so gott sum ógjørligt hjá kvinnum at sleppa upp í part, ikki bara hjá henni ið skrivaði ólagaligt ella kanska harðliga ímóti tí ráðandi hugburðinum í samtíðini, men eisini hjá teimum, sum í skriving og verumáta lagaðu seg til og gjørdu alt fyri at hóska.

 

Søgurnar vístu, at flestallar við tíðini vórðu typtar og beindar av vegnum, antin sum virðisleysir høvundar við háðan, útspilling og líknandi triksum, meðan tær enn livdu, ella stillisliga vórðu sleptar aftur við borðinum, tá ið tær høvdu verið deyðar eina tíð.

 

Hetta var einki hugaligt at hugsa um, men harfyri var brúk fyri kvinnuligum rithøvundum, eitt sum kom týðiliga til sjóndar, tá ið tann fyrsta 8. mars kvøldsetan skuldi gerast í Norðurlandahúsinum í 1984, og so gott sum einki føroyskt tilfar og nóg illa útlendskt heldur var at finna til tey ætlaðu hugskotini. Men hvussu høvdu føroyskar kvinnur skrivað, um tær sjálvar skuldu givið innlit í hugaheim, lívsumstøður og dreymar? Tað var spurningurin, og eitt vetrarkvøld í 1985 gjørdi blaðbólkurin hjá Kvinnutíðindum av, at nú skuldi ein roynd gerast at fáa fleiri kvinnur at skriva ella koma fram við tí, tær longu høvdu liggjandi heima í onkrari skuffu.

 

Ein stuttsøgukapping var útskrivað, 34 handrit komu inn, harímillum tvær av mínum eitt sindur broyttu skitsum, og 3 virðislønir á 2000 kr. vóru latnar fyri 3 søgur, umboðandi hvør sítt stuttsøguslag, á kvøldsetuni tann 8. mars 1986. Ein av teimum innkomnu søgunum, Ónýtilig hjá Marjun í Kálvalíð, var framførd sum sjónleikur, og vinnarasøgurnar vóru Eyguni hjá Elisabeth Larsen, Frostrósan hjá Lydiu Didriksen og tann tá dulnevnda søgan Katrin, ið síðani var avdúkað sum onnur av mínum.

 

Í november sama ár kom so Frostrósan- og aðrar søgur saman við einum arbeiðshefti til skúlabrúks í handlarnar, og í tí sambandi var hátíðarhald í Mettustovu fyri høvundum og øllum sum annars høvdu verið við í tiltakinum at leggja bøkurnar til rættis og fáa tær útgivnar. Eitt hugaligt kvøld millum bókmentaáhuga fólk, eitt forum, sum tíverri ikki bleiv til meiri, men hvørs líki eftir mínari meting hevði verið einki minni enn gull vert fyri skrivandi kvinnur her á landi.

 

Tí Hvør eigur Orðið? kundi eg spurt eins og Rithøvundafelagið á hátíðardegnum herfyri. Ella kanska heldur: Hvussu kann nakar ávísur eiga orðið ella áseta øðrum reglur fyri evni, sjónarhorn og stíl? Tað skuldi ikki kunnað borið til - men kortini vísa summi seg at eiga tað meiri enn onnur, og sum vit longu vistu, eisini her í Føroyum.

 

Ein onnur bók, sum eisini gjørdi mær mun á ferðini móti tí at skriva var A room of one´s own hjá Virginiu Woolf, ein ótrúliga væl skrivað lítil bók um alt kompleksið av orsøk og virkningi millum siðbundið kvinnulív og ta sinnisstøðu, sum skaldskapur í fyrstu atløgu krevur av tí sum skrivar.

 

Men skalt tú endiliga skriva, segði Virginia, so krevst eitt frælst sinni, fríað fyri hatur, ótta, beiskleika og harm, og til tað er neyðugt at hava egið rúm við lási, egna inntøku, innlit og vitan, og ert tú farin til verka sum kvinnuligur rithøvundur, so ræður um ikki at broyta virðini eftir tí, sum menn meta rætt, men halda teg til sakina, soleiðis sum tú sært hana, uttan at trossa, uttan at umbera, royna at blíðka ella døma, eins og Jane Austen og Emily Bronté megnaðu at gera.

 

Eftir hesari uppskrivtini var ikki lætt at gera við hjá einari smábarnamammu við húsum í gerð, ábyrgd av fólki, bæði til viðgerðar og sum arbeiðsgevari og við ymiskum áhugamálum afturat, men tó so, løtur fingust onkursvegna, og so hvørt sum tað innara kravið bleiv sterkari, og børnini blivu størri og meiri sjálvbjargin, vórðu fleiri løtur fingnar uppí, og við tíðini arbeiddi eg heldur ikki fulla tíð á klinikkini.

 

Tær fyrstu søgurnar komu sum sagt út í Frostrósuni í 1986, og skaldsøgan Skert flog í 1990. Nakrar av skitsunum komu í bók sum samantvinnaðar søgur í Loynigongjum í 1993, men tá vóru grundirnar longu lagdar til bæði Suðar dýpið, sum kom út í 1999 og Burtur, sum ikki var liðug til útgávu fyrr enn í 2006, so ikki kann sigast, at hetta hevur verið nakar produktivur máti at vera rithøvundur uppá.

 

Bøkurnar snúgva seg fyrst og fremst um livað lív, um hendingar, tankar og kenslur hjá menniskjum í ymiskum tíðarskeiðum. Men tær hava allar eina fortíð við afturvendandi hugmyndum um ávís evni, sum síðani hava fingið hold og blóð inni í teimum karmum, sum vóru valdir til júst ta frásøgnina. Sjónarhornið hevur verið hjá tí kvinnuliga høvuðspersóninum uttan í Burtur, har tað skiftir millum høvuðspersónarnar Róa og Sólju.

 

Málið royni eg at gera so neyvt í týdningi sum gjørligt og setningarnar lættar og harmoniskar í ljóðlagnum, meðan innihaldið er nakað av tí, sum ein føroysk kvinna á sínari lívsleið hevur lisið og erfarið um heimin, síðan annar heimsbardagi hasaði av – og við skyldfólkunum afturat sær eisini eini tvey-trý ættarlið aftur í tíðina.

 

Í fyrstani var tíðin at skriva stutt og kundi verða avbrotin nær sum helst, so tað tíðarskeiðið hóskaði rímiliga væl til skitsur, stuttsøgur og ta ikki so longu debutbókina, meðan hinar báðar, og serliga Burtur, høvdu brúk fyri longri samanhangandi tíðarskeiðum, og hava tískil í fleiri umførum ligið heilt leingi uttan at vera rørdar. Aftan á slíkar steðgir mátti byrjast av nýggjum fyri at finna tráðin og tann rætta stemningin aftur, ofta við góðari hjálp frá ávísum tónleiki, men idéelt var tað ikki. Skiftini vóru mangan stressandi, men hóast tað við hvørt kendist tungt at fáa skaldsøgurnar lidnar, so hevur tað kortini verið teimum mær hevur dámað best at arbeitt við.

 

Tað kann vera sunt at hava okkurt engagerandi og ólønt arbeiði afturat tí, ein livir av, men tað strekkir ikki nóg væl, tá ið projektini verða størri enn eitt vist. Sum umstøðurnar eru hjá rithøvundum í okkara lítla landi, er neyvan nakar sum kann liva av at skriva uttan stuðul antin frá hjúnafelaga ella samfelag, og tí er gott, at møguleikarnir fyri almennum stuðli í longri ella stytri tíð eru so nógv batnaðir. Men til tað luksus at kunna skriva í friði dag um dag í longri tíð krevst eisini, at vikarar finnast til eins borgarliga starv, og í so máta kann ikki sigast annað enn, at eg havi útbúgvið meg inn í ein krók, sum tað ikki uttan víðari slepst burtur úr, men har tað tíbetur eisini er áhugavert og hugaligt at arbeiða.

 

Ein útsøgn eg eina ferð rendi meg í í onkrari bókmentagrein helt uppá, at postmodernisma og feminisma vóru ósambarligir mótpolar, har annar parturin í grundini pettar sundur, meðan hin stríðist við at skilja og seta saman. Um hetta er rætt, so eru tey grundliggjandi virðini so ymisk, at heldur ikki evni, dýbd ella skrivingarlag kunnu væntast at vera líka hjá fólki við so ymiskari lívsáskoðan.

 

Men sambært heimskenda bókmentafrøðinginum, Tzvetan Todorov, er tað meiri enn bara munir sum hesir, ið føra til, at so nógvir skaldsøguhøvundar av órøttum verða burtursagdir í okkara tíð. Tann akademiskt defineraði kvaliteturin hevur yvirhøvur nihilismu og óndskap ella langliga og keðsama nalvaskoðan sum evni, ið saman við uppgjørdari málnýtslu og flottari kompositión skapa tann æstetiska karikaturin av lívinum, ið summi nútíðar menniskju tykist at tráa eftir heldur enn søgum um tað livaða lívið. Og, sigur Todorov, fara skaldsøgurnar framvegis at verða lisnar, sum hava tær einki við lívið at gera, men einans eru áhugaverdar sum tekstir í tann mun tær undirbyggja eitthvørt bókmentligt ástøði, so hava teorirnar skjótt dripið bókmentirnar.

 

At kvinnur, eins og menn, saktans kunnu liva upp til slík bókmentakrøv innan sínar egnu kynsavmarkaðu karmar og fáa bøkur sínar týddar til nógv mál in no time, er tann franska bókin Insekt hjá Claire Castillon við 19 stuttum søgum um totalt avskeplað, ræðulig og miskunnarleys viðurskifti millum møður og døtur eitt dømi um, men hetta er helst eisini ein bók, sum livir upp til orðini hjá Virginiu Woolf um Kvinnuna sum tann neyðars Ormin við arnaveingjum, ið mansmentanin gjøgnum tíðirnar hevur sett á prent í ymisku bókum sínum.

 

Í Nordisk Litteratur 2006 skrivar íslendingurin Jón Yngvi Jóhannsson nakað soleiðis, at rithøvundar fara illa við fakinum og við hvørjum øðrum, og at mangt hevði verið øðrvísi, um høvundar og ummælarar av bókmentum høvdu slept sínum gomlu vanum at klikkja og sora í sínum viðgerðum, men heldur høvdu lagt seg eftir tí eggjandi mátanum hjá teimum, sum í løtuni skriva um tónlist.

 

Kritikkur verður ikki munaminni av, at hann verður hóvliga framførdur, og tað skuldi heldur ikki verið beinleiðis skammiligt at virt sín næsta. Men fakta er tó, at stríðið er allastaðni, bæði opið og dult, í løtuni kanska týðiligast í tí svenska rokinum millum bólkar av høvundum, har eitt nú tann kendi krimisøguhøvundurin Liza Marklund hevur verið hunddálkað, nakað tað sama sum fyrr er hent t.d. Hanne Vibeke Holst í Danmark og fleiri okkara her. Eitt syndarligt skil, tí mark er fyri, hvat fólk tola av ágangi uttan at melda pass og gevast, hóast lítil rímiligheit hevur verið í tí, sum fram er farið.

 

Men nú aftur til Sigrid Undset og Virginiu Woolf, sum báðar vóru føddar í 1882, sama ár sum Stefania, omma mín í Gundadali. Í mun til hesar slóðbrótandi, men tíðliga útslitnu og niðurbrotnu høvundarnar bleiv Stefania ein gomul kona, hvørs minni eg hevði havt ognað Skert flog, um eg altso hevði torað, tí tað at tora ella at hætta sær hevur eisini verið stórmál hjá mongum høvundi her á landi, mannligum sum kvinnuligum. Samfelagið er lítið, trongt og fult av øvund og dømandi slatri, og uttan mun til, um tú roynir at stýra varliga uttan um líktorn og sker, so kemur at vísa seg í heilum okkurt nervandi burturúr.

 

A Room of One´s Own gav okkum myndina av systur Shakespeare, av henni sum hevði somu listarligu gávur sum beiggin, sum eisini rýmdi til London 17 ára gomul at royna seg við eitt sjónleikarhús har í býnum, men longu árið eftir tók seg sjálva og sítt ófødda barn av døgum, soleiðis at tey nú liggja grivin har, sum bussarnir steðga uttan fyri vertshúsið Elephant and Castle. Men, sigur hon, skapa vit kvinnur okkum ein frælsan, sjálvstøðugan hugsunarhátt og umstøður til í frið og náðum at orða henda hugsunarhátt og nývunnað frælsi, so fær systir Shakespeare aftur kjøt og blóð, og at gera hetta, sjálvt í einsemi og fátækradømi, tað er tíðina vert.

 

Trupulleikin er bara, at so einfalt er tað ikki í dagsins veruleika og var tað neyvan heldur fyrst í 20. øld. Tabuevnini, hvørji tey so eru, fáa av óskiljandi orsøkum framvegis øði í grindina fyri so gott sum hvørja bók, ið ein kvinnuligur rithøvundur letur úr hondum, og ein ynskidreymur kundi tí verið, at tað fanst eitt solidariskt bókmentaligt forum við fleiri herðum at bera, tá ið á stóð, og við fleiri meiningum at dúva uppá til tað ymiska, sum hoyrir yrkinum til, frá vegleiðing og kjakforum til útgávu og fíggjarligt yvirlit, soleiðis at framtíðar bókaútgáva sum heild, eins og barnsburður - ella sum føroyskar bøkur í mínum barnaárum -, í prinsippinum kundi verðið ein gleðilig hending, júst tí at eingin, hvørki barn ella bók er líka, men egin hvør á sín hátt, við sínum egna ískoyti til heildina.

 

 

 

PS. Tað var í sambandi við henda fyrilesturin, at samrøðan tann 16. nov. í Mentanartíðindum Svf´s kom í lag og sum eg trúði, at sendingin fór at snúgva seg um. Soleiðis var tó ikki. Tey innleiðandi merkistungu orðini og tann glíðandi ferðingin av niðrandi setningum upp undir øsina, ikki bara um meg, men eisini um aðrar og í hesum sambandi púra ósekar rithøvundar, vóru lýsandi dømi, sum leiðsla Svf´s kundi hugt nærri at, ynskir hon at kunna seg við sín egna hugburð um skaldskap, skrivaðan av kvinnum.