Dótturbankin hjá Føroya Sparikassa í Danmark hevur nú fingið nýtt navn.
Eftir at hava havt eitt fyribils navn, er nýggja navnið nú avdúkað sum "Eik
Bank".
Her er talan um ein íløgubanka, sum Føroya Sparikassi var við til at stovna í 2001,og sum Sparikassin átti 25% av fram til ársskiftið, tá hann yvirtók allan partapeningin.
Arbeitt hevur alla tíðina verið við at útvega bankanum eitt annað navn enn
tað, hann fyribils hevur havt, nevniliga Kaupthing Bank. Nú kunnu so
starvsfólk og kundar gera brúk av nýggja Eik Bankanum sum hevur sama búmerki
og somu dygdir sum Sparikassin.
Her er talan um ein íløgubanka, sum fer at leggja dent á m.a. handil við
virðisbrøvum og pantibrøvum, ognarrøkt og vinnu- og verkætlanarfígging.
Íløgubankin hevur í dag 31 starvsfólk, men tey rokna við at brúk verður fyri
enn fleiri í komandi tíðum, so hvørt sum virksemið fer at vaksa. Onkur
føroyingur starvast longu í bankanum, men sum skilst er ætlanin at fleiri
skulu setast í starv sum frálíður.
Sjónlig samanrenning
Tað er ikki av tilvild at ein hevur valt júst hetta navnið til nýggja
bankan, sum hevur heimstað í Keypmannahavn.
Hetta nýggja navnið er tikið beinleiðis úr søguni og ikki minst samleikanum
hjá Føroya Sparikassa. Og ætlanin er tí eisini, at hesir báðir
peningastovnarnir skulu knýtast tætt at hvørjum øðrum.
Navnið "eik" finst jú bæði á føroyskum og norðurlendskum máli, og knýtir seg
haraftrat til eikina, sum frammanundan er búmerki hjá Sparikassanum.
- Talan er tí um eina rættiliga greiða og sjónliga samanrenning av báðum
fyritøkunum.
- Og tað at vit nú fáa EINA fyritøku hevur havt stóran týdning fyri
menningina av fyritøkunum og innanhýsis samstarvinum, sum verður okkara
millum, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Sparikassanum.
Leggjast kann aftrat, at Eik Bank er limur á Københavns Fondsbørs, sum fer at geva Sparikassanum beinleiðis atgongd til danska børsin. Hesa atgongd hevur eingin føroyskur peningastovnur. Sum frá líður fær Sparikassin eisini limaskap á íslendska virðisbrævamarknaðinum, ICEX.
Trúvirði og fruktbari
Umframt samstarvið, sum natúrliga verður millum Eik Bank og Sparikassan, so
er endamálið eisini at signalera nakrar av eginleikunum, sum hava sermerkt
Sparikassan og sum nú eisini skulu sermerkja tann nýggja bankan.
Her er talan um eginleikar sum styrki, støðufesti, royndir, trúvirði og
fruktbari. Um hetta sigur stjórin í Eik Bank, Brian Toft soleiðis:
- Hesir eginleikar hóska stak væl saman við virkseminum og virkisøkinum hjá
okkum.
Eins og tey í Sparikassanum eru tað, so er Brian Toft eisini sera fegin um
nýggja navnið. Eik Bank hevur longu umbiðið og fingið loyvi at nýta tað, tá talan er um heimasíðuna, sum fer at virka ein av fyrstu døgunum.
Fyrivarni
Hinvegin so eru ikki allar súðir syftar viðvíkjandi sjálvum navninum á
bankanum. Tí formliga er tað ikki góðkent enn.
Leiðslurnar í báðum peningastovnunum bíða í løtuni eftir, at Patent- og
Varemærkestyrelsen í Danmark endaliga skal góðkenna, at dótturbankin fær
navnið, ið tey hava biðið um.
Tí verður navnið brúkt við fyrivarni, upplýsir Sparikassin. Men væntað
verður tó, at hesin nýggi bankin í framtíðin fer at kunna føra seg fram við
navninum Eik Bank.