Í apríl mánaði byrjar Sosialurin og Kringvarpið at varpa ljós á skattamálið hjá Eik banka.
Tað hevur viðført mangt og hvat fyri miðlarnar og journalistarnar, sum hava skrivað um málið. Millum annað eru Kringvarpið og Sosialurin kærd av Eik til fjølmiðlakærunevndina.
Í síðstu viku legið Kringvarpið sítt svarskriv í samband við kæruna út á heimasíðuna. Og har vísir Kringvarpið á tær upplivingar tey hava havt av Eik, síðani tey byrjaðu at miðla tíðindi um skattamálið.
Kringvarpið skrivar, at Eik Banki hevur verið óvanliga ágangandi í samband við, at málið gjørdist alment.
- Kringvarpið hevur bæði upplivað, at stjórin rópar illsinnisgleps eftir okkara starvsfólkum, tá tey standa uttan fyri bankan. Løgreglan hevur verið tilkallað, tá vit hava tikið upp myndir av bankabygninginum yvir við Strond í Havn, starvsfólk hjá Eik Banka eru komin út at taka myndir av Kringvarpsstarvsfólkum, og advokaturin hjá Eik Banka, Jógvan Páll Lassen, hevur ringt til Kringvarpið við hóttanum um avleiðingar, skrivar Kringvarpið.
Fjølmiðlakærunevndin hevur ikki tikið støðu til málið enn. Men Taks er komið til eina fyribils niðurstøðu í skattamálinum, og hon er send til Eik til viðmerkingar. Men enn hevur almenningurin ikki fingið innlit í niðurstøðuna sum sigur, hvørt Eik hevur rætt til skattafrádráttin ella ikki.