Íslendski sparikassin Spron, sum Eik eigur umleið 8,5 prosent av, varð skrásettur á íslendska virðisbrævamarknaðinum í gjár Spron varð skrásettur á íslendska virðisbrævamarknaðinum í gjár, og sum væntað fingu eigararnir væl burturúr.
Kursurin byrjaði á 18,9, men lækkaði fyrstu tveir tímarnar til 17. Hetta svarar til eitt marknaðarvirði á 7,3 mia. krónur. Parturin hjá Eik av hesum er 623 mió. krónur. Tað skrivar Kaupthing Banki á sínari heimasíðu.
Í mun til bókaða virðið av partabrøvunum á umleið 240 mió. kr., er hetta ein virðisøking til Eik á umleið 380 mió. kr., ella 47 kr. fyri hvørt partabræv í Eik.