Eik letur upp ungdómsbanka í Havn i dag

Fyri fyrstu ferð í Føroyum letur ein banki upp eina ungdómsdeild, ið bert er fyri tey, sum eru millum 18 og 25 ár. Tænastur, ráðgeving, tiltøk, kundaráðgevar og høli eru skræddaraseymað til ung í Føroyum. Deildin hjá Eik letur upp í dag, og opið hús verður frá kl. 15 ? 17 Nú verður øðrvísi at fara í bankan!

Í dag letur Eik upp eina ungdómsdeild, ið tekur sær av bankaørindum og ráðgeving til teirra, sum eru millum 18 og 25 ár. Hetta er fyrsta bankadeildin av sínum slag í Føroyum, og hon er skræddaraseymað til ung.

Ungdómsdeildin er á Tinghúsvegi 49, beint yvir av SMS.

- Ráðgevararnir á ungdómsdeildini eru ungir og duga væl at seta seg inn í støðuna hjá teimum ungu. Ert tú millum 18 og 25, og hevur tú brúk fyri at gera álvara av avbjóðing og dreymum, er hetta deildin fyri teg. Eik-deildin fyri ung hjálpir tær at fáa gongd á tínar ætlanir og hevur eisini eina røð av tænastum, t. d. ungdómslán og lestrarkreditt, eins og góða ráðgeving um uppsparing og íløgur, sigur Eik í tíðindaskrivi.

Deildin er innrættað av nýggjum og líkist í grundini ikki einum banka. Í Eik vóna tey, at tey ungu skulu kenna seg meira heima á nýggju deildini enn á øðrum bankadeildum og í øðrum bankum.

Eingin avgreiðslukassi er, men í staðin er ein sjálvtøka og tvær teldur, har tú sjálv/ur fært avgreitt tíni bankaørindi.

Spennandi tiltøk verða á nýggju ungdómsdeildini í vár. Fyrstu tiltøkini eru hesi:?Ung & uppsparing?, ?Lærlingar & pengar? og ?Ung & íløgur?.

- Á móttøkuni í dag hevur tú kjansin at síggja deildina, heilsa upp á ráðgevarnar, hoyra tónleik, fáa okkurt lekkurt at eta og annars hitta fólk.

Tey fyrstu 160, sum eru í aldrinum 18-25 ár, fáa hvør sítt atgongumerki til frumsýningina av filminum ?Ghost Rider? í Havnar Bio, sigur Eik.