Eik og sparikassarnir nýggjan sáttmála

Starvsfólkini í Eik Banka og sparikassunum hava skrivað undir nýggjan fýra ára sáttmála. Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnunum og yrkisfelagið fyri Fíggjarstovnar skrivaðu í morgun undir nýggjan sáttmála. Hann er galdandi í fýra ár frá 1. mai.

Lønarkarmurin er á hædd við semjuna, sum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið gjørdu fyrr í ár. Av hesum er eftirlønarhækkingin tilsamans 4,25 prosent. Afturat hesum eru ásetingar gjørdar viðvíkjandi parttíðarsettum í Eik Banka og sparikassunum, umframt ásetingar um nútímansgerð av sáttmála- og lønarleisti.

Í morgin fer arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnunum at samráðast um nýggjan sáttmála fyri starvsfólkini í Føroya Banka og Trygd.