Eik vildi keypa Faroe Ship

Eik ætlaði, áðrenn landsstýri setti pening í Smyril Line, at keypa Faroe Ship burturúr Eimskip Áðrenn landsstýrið var biðið um at bjarga Norrønu, við at seta partapening í Smyril Line, vóru ætlanir gjørdar um at samskipa allan farmaflutning til og úr Føroyum. Tvær vikur áðrenn landsstýrið legði málið fyri løgtingið, setti deildin hjá Eik banka, Investment Banking, seg í samband við Eimskip í Íslandi, og beyð sær til at keypa Faroe Ship burtur úr Eimskip.

Tað vátta bæði stjórin í Faroe Ship, Jóhanna á Bergi, og stjórin í Investment Banking, Kristian Petersen. Jóhanna á Bergi sigur, at hon ikki fekk at vita um ætlanina, fyrr enn løgtingið fór undir at viðgera málið um at bjarga Norrønu.

Sambært stjóran í Faroe Ship, svaraði Eimskip skjótt aftur, og boðaði Investment Banking frá, at Eimskip ongan áhuga hevði í at selja Faroe Ship aftur til Føroya. Sum skilst, vóru ongantíð samráðingar um nakra peningaupphædd, sum føroyingar vildu gjalda fyri at keypa Faroe Ship burtur úr Eimskipum.

Kelda: www.kringvarp.fo